Keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn, hóast tey eru undir 18 ár?
Her eru 7 góð ráð til tín sum foreldur:
Endaveitslurnar hjá teimum ungu byrja nú, og tey gleða seg at uppliva hugnaligar og minnisríkar løtur saman við sínum javnaldrum. Meðan slíkt sosialt høvi kann hjálpa við at styrkja felagsskapskensluna hjá teimum ungu, so kann ein spurningur um tey skulu hava rúsdrekka, økja um bólkatrýstið.
Hetta merkja nógv foreldur eisini, ið fegin vilja fyribyrgja at teirra barn – kanska sum tað einasta – skal uppliva seg uttan fyri felagsskapin og av somu orsøk, enda við at keypa rúsdrekka fyri tey, hóast tey eru undir 18 ár.
Grundgevingar sum “Tey fara at drekka kortini og tí er tað tryggari at vit foreldur keypa fyri tey” og “Vit keypa teimum bara eina cider ella tvær, so vit vita, hvat – og hvussu nógv tey drekka” stingur seg ofta upp millum foreldur og eru púra skeivar fatanir, hóast kanningar vísa júst øvugt.
Kanningar vísa, at nógv ung – ið drekka rúsdrekka – koma út í støður, sum tey ikki hava tamarhald á, og sum eru óhugnaligar ella beinleiðis vandamiklar fyri tey. Bardagar, ólukkur, óynsktar seksuellar støður og trupulleikar við politiið, er bert ein partur av avleiðingunum.
Og so tola ung als ikki so nógv av!
Sí yvirlit yvir alkoholpromillu hjá ungum, ið er tengt at “Binge-drekking” og merkir at tey drekka 2 rúsdrekkaeindir pr. tíma. Tað er nevnliga drekkimynstrið ið sæst millum ung sum drekka, m.a. orsaka av bólkatrýst og drekkispølum.
Kanningar vísa eisini, at ung, ið byrja tíðliga, eru í hægri vága fyri at fáa ov stóra rúsdrekkanýtslu seinni í lívinum, og fyri skaðandi menning og neiligar framtíðar avleiðingar

Tí finna tit her 7 ráð til foreldur, um ung og rúsdrekka:
1. Einki rúsdrekka til børn undir 18 ár!
– Sig tað klárt og ger avtalu í góðari tíð. Børn drekka meira um foreldur geva loyvi!
2. Útset byrjanaraldurin fyri rúsdrekka!
– Jú yngri tey byrja at drekka, størri kann mongdin gerast yvir tíð og váðin at royna onnur rúsandi evni.
3. Lær tey at siga til nei bólkatrýst!
– Tað er ein týðandi eginleiki at vera mótstøðufør/ur og ei lata seg lokka. Fyrireika nakrir setningar sum kunnu brúkast sum hjálp í støðuni.
4. Samstarva og ger avtalur við onnur foreldur!
– Tað er altíð lættari at standa saman og hava greiðar avtalur um skipan av veitslum uttan rús, har ábyrgdarfull vaksin eru til staðar.
5. Keyp IKKI rúsdrekka til barn títt!
– Tað vísir bert at tú væntar at tað skal drekka. Børn, ið fáa rúsdrekka frá – ella drekka saman við foreldrum, drekka meira enn tey ið ikki fáa – eisini tá tey eru úti.
6. Tak prátið áðrenn veitsluna – í staðin fyri at skelda aftaná!
– Umsorgan og álit er gott, meðan avhoyring og eftirlit kann hava øvutan ávirkan. Tosi saman til tit skilja stúranir hjá hvørjum øðrum og forvitni um rúsdrekka.
7. Hugsa um egnu rúsdrekkavanar – teir smitta!
– Serliga um børn síggja teirra foreldur ávirkaði. Kanningar vísa at børn taka oftast rúsdrekkavanar við sær, ið tey eru vaksin upp við.
Eisini eru góð ráð til ung og foreldur, at finna á
livlivid.fo