Finn tilfar

Á heimasíðuni hjá danska DKR – Det Kriminalpræventive Råd – eru nógv uppskot um fyribyrging, bæði til fakfólk, foreldur og børn og ung.

Danska krabbameinsfelagið hevur sett sjóneykuna á rúsdrekkanýtsluna hjá ungum. Átakið “Fuld af liv” er at fremja eina veitslu og rúsdrekkamentan, har tú drekkur minni og upplivir meir.

Á www.alkoholdialog.dk er nógv tilfar og venjingar, tá tað snýr seg um ung og rúsdrekka.

Føroyar eru partar av ESPAD – European School Survey Project on Alcohol and other Drugs.

DrugRebels er ein heimasíða við upplýsingum um rúsevni “Dit liv, dine valg”.

Prát um rúsdrekka

Í tilfarinum “Prát um rúsdrekka” eru ymiskar venjingar, sum verða gjørdar einræðis, í bólkum ella saman í flokkinum. Allar venjingarnar byggja á fortreytirnar hjá teimum ungu og royndir teirra við rúsdrekka. Í fyrsta umfari byggja venjingarnar á sosialsálarfrøðiligar og affektiva framferðarhættir. Ígjøgnum alt tilfarið er høvuðsdenturin lagdur á at venja tann einstaka næmingin til sjálvur at ávirka sína støðu og velja atburð. Soleiðis verða næmingarnir betur førir fyri at standa ímóti sosialum trýsti og læra at siga nei til rúsdrekka.

Arbeiðshættirnir byggja á metingarvenjingar og óformligt prát í bólkum, og lærarans lutur er at halda gongd í kjakinum og eggja næmingunum at vera við. Endamálið er at gera møguleikarnar so góðar sum gjørligt at granska, kanna og kjakast um hugburð og atburð í sambandi við ein trupulleika.

Trýst á myndina fyri at heinta tilfarið

Trýst á myndina fyri at heinta tilfarið

Úrslit frá 9. floks kanningum

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur, við vælvild og hjálp frá næmingum og starvsfólki í skúlunum, síðan 1989 kannað hugburð, atburð og vitan viðvíkjandi m.a. rúsevnum hjá næmingunum í 9. flokki í Føroyum. her kanst tú heinta nýggjastu kanningina, ið er frá 2019.

Øll hini gera tað

“Øll hini gera tað” er undirvísingartilfar, sum snýr seg um at fyribyrgja váðaatburð hjá ungum. Tilfarið stuðlar samstundis undir trivnað og samanhald í flokkinum.

 

Tilfarið byggir á arbeiðsháttin sosial peiling. Hátturin tekur støði í, at mennaskju – serliga børn og ung – hava ein grundleggjandi tørv á at vera partur av einum felagsskapi.

Trýst á myndina fyri at heinta tilfarið