Tað finnast nógv ymisk sløg av tubbaks- og nikotinvørum. Sigarettir eru framvegis nógv kendasta slagið, men seinastu árini eru fleiri nýggjar vørur komnar á marknaðin, eitt nú snús- og nikotinposar, puffbars- og vapes. Tað kann tí vera torført hjá bæði foreldrum og ungum at vita, hvat tær ymisku vørurnar innihalda, og hvørja ávirkan tær kunnu hava.
Royking er framvegis ein stórur heilsuvandi, ið árliga førir til nógv deyðsføll á heimsstigi. Nikotin er tó eisini skaðiligt, serliga fyri ung, tí tað kann ávirka heilan, sum enn er í menning, fram til 25-30 ára aldur.
Kanningin Hvussu hevur tú tað? frá 2023 vísir, at færri ung undir 35 ár roykja, men fleiri brúka aðrar nikotinvørur sum vapes og snús. Nógvar nikotinvørur hava smakkir, litir og snið, ið kunnu tykjast spennandi fyri børn og ung. Men nikotinvørur eru skaðiligar, vanabindandi og eiga ikki at verða brúktar av børnum og ungum.
Marknaðurin fyri nikotinvørur broytist skjótt, har nýggj sløg javnan koma á marknaðin.
Les meira um vanligastu nikotinvørurnar her.
Niðast finnur ráð til foreldur og appina leggav.
Kelda:Heilsustýrið
Hvat er galdandi í Føroyum?
Í Føroyum eru reglurnar øðrvísi enn í fleiri evropeiskum londum:
- Tað er ólógligt at selja e-sigarettir og vætu til e-sigarettir. Veska til e-sigarettir kann ikki innflytast, inniheldur tað nikotin. Undantak er fyri ferðandi ið koma til Føroya, og bert til egna nýtslu, meðan tey eru her.
- Tað eru ongar avmarkingar í Føroyum fyri, hvørjir smakkir kunnu vera í vætu til e-sigarettir, ella hvussu nógv nikotin vætan kann innihalda.
- Tað er lógligt at selja nikotinposar, eisini nikotinposar við smakki. Tað er heldur eingin ásett hámarksnøgd fyri nikotin í posunum.
- Tað er lógligt at selja bæði snús og tyggitubbak í Føroyum.
Sambært §5, stk. 1,í heiluvágslógini, verður nikotin roknað sum heilivágur, og bara Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya. Lógarbroyting kom í gildi 22. mai 2026, so privatpersónur ikki longur kunnu innflyta vesku við nikotin.
Kelda: TAKS og Heilsustýrið
Vilt tú leggja av at roykja, snúsa ella kanska at brúka e-sigarettir?
Fá hjálp og stuðul við nýggju appini “Legg av”. Heinta appina á Leggav.fo
Eisini finnur tú PDF við góðum ráðum til foreldur her.