Nikotin er eitt eiturevni, sum verður upptikið gjøgnum lunguni, slímhinnurnar og húðina. Tað verður flutt við blóðinum til heilan og restina av kroppinum. Nikotin er sera bindandi, á sama hátt sum kokain er bindandi. Tí er tað sera tórført fyri ung, at leggja av og vandin er størri hjá teimum, tí heilin framvegis er í menning. Nikotinnýtsla kann millum annað hava neiliga ávirkan á hugsavnan, sálarliga trivnaðin, hjarta og blóðrensl, og eisini á tenn og tannkjøt, um tey snúsa.

Foreldur hava stóran týdning fyri, hvønn hugburð børn og ung hava um royking og nikotin. Tá foreldur vísa greitt, at sigarettir, vapes, snús og aðrar nikotinvørur ikki eru fyri børn og ung, minkar vandin fyri, at børnini fara at royna ella brúka tað.

Tí er tað umráðandi at tosa við barnið um nikotin – eisini áðrenn tað sjálvt møtir hesum vørunum.

Hvat ger nikotin við kroppin?

Tá børn og ung brúka nikotin, kann tað elva til varandi mein í heilanum. Heilin er nevniliga ikki liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur. Til tá er heilin serliga viðbrekin fyri ávirkan uttanífrá, eitt nú fyri rúsevnum so sum nikotini, ið kann elva til varandi mein í unga heilanum. Skaðiliga ávirkanin snýr seg serliga um trý viðurskifti: bundinskap, hugsavnan og sálarsjúku.

  • Nikotin er líka bindandi sum kokain, so tú kanst ikki bara gevast, tá tú vilt. Nikotin økir eisini vandan fyri bundinskapi at øðrum rúsevnum, og um tú hevur brúkt nikotin á ungum aldri, verður natúrligari at leita til rúsevni alt lívið.
  • Tá tú brúkar nikotin, kennir tú gamaní eitt hert fokus eina stutta løtu, men tá tú hevur brúkt nikotin í longri tíð, fjarar tann ávirkanin burtur, og vandi er fyri, at tú fært varandi trupulleikar at hugsavna teg, eisini langt eftir, at tú ert givin.
  • Tá tú hevur tað trupult, kann hugurin til nikotin vaksa, tí tú verður glaðari eina lítla løtu. Nikotin hevur tó eisini við sær, at tú verður meira viðbrekin fyri ávirkan av strongd, og tú ert í størri vanda fyri at fáa tunglyndi ella angist.

Kunnandi filmur

Heilsustýrið hevur føroyskað ein kunnandi film hjá danska Vidensråd for Forebyggelse, sum upplýsir um vandan hjá børnum og ungum við at brúka nikotin. Filmurin er tøkur her.

Nikotin og ítróttur

Fleiri halda, at nikotinvørurnar kunnu betra um avrik og hjálpa við at handfara strongd. Men kanningar vísa, at nýtsla av roykfríum nikotini hevur skaðiliga ávirkan á bæði kognitiv og kropslig avrik.

Her finnur tú fimm góðar orsøkir til, at ítróttur og nikotin ikki hóska saman.

Tekin um bundinskap

Nikotin ávirkar lønarskipanina í heilanum. Tá tú brúkar nikotin, verður dopamin latið leyst, og tað kann geva eina stutta kenslu av vælveru, ró ella orku. Heilin lærir skjótt at knýta hesa kensluna til nikotin, og tí kann hugurin til meira nikotin vaksa.

Við tíðini venur kroppurin seg við nikotinið og byrjar at “spyrja” eftir tí. Tá kann tað gerast torført at vera nikotinið fyri uttan, eisini um tú sjálvur ella sjálv ynskir at gevast.

Á leggav.fo ber til at fáa hjálp umvegis eina app, til at gevast, um tú roykir, snúsar ella brúkar vape.

 

Tekin um bundinskap kunnu vera ymisk. Vanliga verður tosað um trý ymisk sløg:

Heilin og kroppurin venja seg spakuliga við, at nikotin er til staðar. Við tíðini kann tað kennast, sum um tað er torført at fungera uttan nikotin.

Tá ein er bundin og ikki fær nikotin, kunnu abstinensir koma. Tað kann til dømis vísa seg sum hugtyngd, irritatión, óró, trupulleikar við svøvni og hugsavnan.

Summi brúka tubbak ella nikotin, tá tey hava tað trupult, kenna seg strongd, keða seg og tílíkt. Við tíðini kann nikotin verða knýtt at ávísum støðum og gerandisvanum, til dømis í fríkorterum, saman við vinfólki ella tá ein er óróligur.

Tá ein kennir, at tað er torført at fungera uttan nikotin, kunnu tankar og atburður koma at snúgva seg nógv um nikotinið. Hetta er serliga vanligt í teimum støðunum, har ein plagar at brúka nikotin.

Nógv byrja at brúka tubbak ella nikotin saman við øðrum, ofta fyri at kenna seg sum ein part av felagsskapinum. Sosialur bundinskapur kann vísa seg við, at tú fært hug til nikotin, tá tú ert saman við øðrum, sum brúka tað. Trongdin kann koma, tí nikotin er vorðið ein partur av mátanum, tit eru saman upp á.

Tá hini ikki brúka nikotin, kann trongdin vera nógv minni ella hvørva.