Hvussu kunnu foreldur stuðla ungum til eitt sunt og virkið lív – uttan royking og rúsdrekka?

Tá børn gerast tannáringar, kunnu foreldur kenna seg óviss um hvat er rættast at gera í ymiskum støðum. Flest ung vilja royna nýggj mørk og gera tað sum vinirnir, og onnur ung gera. Tí er tað týdningarmikið at foreldur ikki sleppa foreldraleiklutinum heilt, men síggja virðið í at fylgja við í, hvat tey ungu takast við. Hesi sera viðkvomu árini eru júst tá tey hava brúk fyri foreldrunum, soleiðis tey verða møtt við virðing og sædd sum ung í menning, ið royna at finna sín egna samleika. Men eisini ung í ofta hava tørv á vegleiðing og stuðli, á síni ferð.
Foreldrafundur
Foreldrafundurin gevur møguleika fyri at tosa saman um teirra ungdóm og fáa innlit í ymisk viðurskifti í flokkinum, umvegis dulnevnt spurnablað. Endamálið er at útseta byrjanaraldur fyri rúsdrekka, royking og nikotinvørur. Umframt vitanardeilan um, hvussu vit saman kunnu stuðla undir eitt gott ungdómslív – eisini tá ung siga við foreldur “øll hini sleppa”.
Foreldranetverk
Eitt foreldranetverk er tá foreldur hittast og skifta orð um áskoðanir, mørk og hugskot, sum stuðla undir trivna og sunnan felagsskapi í flokkinum. At fáa eina kenslu av, at mann ikki er einsamallur við viðbjóðingum og stúranum um sín ungdóm.
Foreldranetverk snýr seg eisini um, hvussu foreldur kunnu standa saman um felags avtalir, ið kunnu byrgja fyri bólkatrýst, styrkja felagsskapskensluna og stuðla undir eitt rúsfrítt ungdómslív.
Foreldrafundurin tekur støði í viðkomandi gransking og innan viðurskiftir ið hava týdning fyri einum góðum ungdómslívið.
Bílegging og nærri kunning fæst við at venda sær til SSP-ráðgevingina.


