PAS Light

PAS Light er undirvísingartilfar, ment av Søren Holm (ph.d. í fólksheilsuvísindi) í samstarvi við Sundhedsstyrelsen og Center for Rusmiddelforskning, til at betra um alkoholmentanina millum ung.

PAS Light er ætlað tær, ið skal undirvísa ungum í 10. flokki og á miðnámsútbúgvingum um alkohol og felagsskap. Undirvísingartilfarið verður viðmælt sum íblástur til fyriskipan í fyribyrgingarpakkunum hjá Sundhedsstyrelsen innan rúsevna- og rúsdrekkaøkinum.

Endamál: At skapa eina trygga og rúmliga veitslumentan

Málbólkur: 10. flokkur og miðnámsútbúgvingar

Undirvísingarháttur: Samrøðugrundaður og interaktivur

Tilfar: PowerPoint-framløga, filmar, spøl, norm- og virðiskort

Undirvísingarhátturin tryggjar, at næmingarnir taka virknan lut og sjálvir koma við sínum hugleiðingum og sjónarmiðum. Framløgan fevnir um 90 minuttir av interaktivari undirvísing. Innihaldið er ment við støði í danskari og altjóða gransking.

Gransking vísir jaliga ávirkan tá undirvísing:

  • arbeiðir ímóti misskiljingum um, hvat meirilutin ger og heldur (fleiritalsmisskiljingar)
  • økir um tilvitið hjá ungum um vandan við rúsandi evnum

Kunning til undirvísingargongdina

Ein vegleiðing er gjørd, ið ger tað lætt at seta seg inn í PAS Light-tilfarið og koma í gongd við at undirvísa.

PAS Light er ment til nýtslu í 10. flokki og á miðnámsútbúgvingum og byggir á samrøðu, umhugsan og virknar venjingar.

Á Projektpas.dk ber til at síggja danskt filmsbrot við innleiðslu til endamálið við PAS Light og hvussu tilfarið er bygd upp.

 

Tak niður tilfarið og sí tilhoyrandi filmar:

Filmur 1 – Innleiðsla til normar og virðir
Filmur 2 – Hvussu ávirkar rúsdrekka felagsskapin?
Tilfarið er týtt úr donskum, ið Lions Føroyar hevur stuðlað.
Týtt hevur; Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen
Rættlestur; Elinborg Osvaldsdóttir.