Á síðuni finnur tú ymisk ráð og vitan, ið er ætlað foreldrum. Foreldur hava ein týðandi leiklut í fyribyrgjandi arbeiðinum, børnum og ungum at frama.
Til foreldur
Ráð til foreldur um nikotin
Foreldur hava nógv at siga fyri, hvussu børn og ung hugsa um sigarettir, vapes, snús og aðrar nikotinvørur. Fleiri børn og ung brúka nikotinvørur, bæði gentur og dreingir, hóast tey aldrin hava roykt sigarettir áður. Tí er tað umráðandi at taka prátið, áðrenn nikotin verður aktuelt.
Um Børn og ung práta við- og hava greiðar avtalur við foreldur teirra, er minni líkindi fyri at tey sjálvi fara at roykja ella brúka nikotinvørur.
Ver greið/ur um tín hugburð
Sig greitt, at tú ikki ynskir, at barnið byrjar at roykja, vape´a ella brúka snús. Børn hava tørv á at vita, hvønn hugburð foreldrini hava, og foreldur noyðast als ikki at vita alt um nikotinvørur. Tað ger mun, tá børn vita, hvat foreldrini vænta, og at tey kunnu koma til tykkara, um okkurt verður trupult.
Tosa við barnið um nikotin í gerandisdegnum, til dømis við døgurðaborðið ella tá evnið kemur fram í miðlunum. Ansa eftir ikki at prædika og spyr inn til við forvitni:
- Kennir tú onkran, sum vapar ella snúsar?
- Hví heldur tú, at hann/hon/nøkur byrja?
- Hvat hevði tú gjørt, um tú fekkst bjóðað nikotin?
Lurta eftir svarunum og ver forvitin.
Vert er at hava í huga, at tey ið brúka nikotinvørur, eru ikki ein ávísa typa. Tað vísur seg, at nýtslan er at finna millum børn og ung ið íðka ítrótt, klára seg væl í skúlanum, eru vanliga skilagóð og fyrikomandi, og ikki bert millum tey ið gera balladu, hava tað trupult heima, sosialt ella í skúlanum.
Kelda:Sundhedsstyrelsen,rapport om forældres Perspektiver på røgfri nikotin og Unges forbrug af røgfri nikotin.
Les eisini um nikotin og ítrótt, og finn góð ráð. Kelda: Heilsustýrið
Hvussu práti eg við barnið ?
Alt eftir hvørjar umstøður eru galdandi, kann samrøðan tillagast eftir tørvinum. Niðanfyri eru trý dømi, við støði í ymiskum fortreytum.
Um barnið ikki brúkar nikotin
Byrja at tosa tíðliga. Áhugin kann koma fyrr, enn vit halda. í uml. 7. flokki kann áhugin vísa seg, men fleiri royna tað longu áðrenn tað. Vís áhuga fyri tí, barnið hoyrir og sær, og tosa um, hví summi royna nikotin – og hví tað er skilagott at lata vera.
– Tosa við barnið um bólkatrýst, og hvat mann kann gera í tílíkum støðum.
– Tosa við barnið í óformligum umstøðum, eitt nú í bilinum, og tosa javnan um royking og nikotin komandi árini.
Um barnið vapar, snúsar ella roykir
Royn at halda samrøðuna róliga. Spyr, hví barnið byrjaði, hvørjar fyrimunir og vansar eru, og hvussu tú kanst hjálpa.
– Stuðla barninum í at gerast royk- og nikotinfrítt. Lætt er at gerast bundin, men enn truplari at gevast.
Barnið hevur tí ofta tørv á stuðli og tú skalt ikki vænta at tað megnar at gevast, eftir tykkara prát.
Sig greitt, at tú ert stúrin, men lat barnið merkja, at tú vilt hjálpa heldur enn at skelda. Tosa javnan um gongdina og ver stuðlandi.
Um tú sjálv/ur brúkar nikotin
Tú kanst framvegis hjálpa barninum at halda seg frá sigarettum og nikotinvørum. Ver opin og erlig/ur um tínar royndir, og sig til dømis, um tú hevði ynskt, at tú ongantíð var byrjað/ur og hvørjar avleiðingar tað hevur havt fyri teg.
Royn ikki at brúka nikotinvørur framman fyri barninum, og lat ikki sigarettir, vapes ella snús liggja frammi.

