Ung og lívið – eitt gott ungdómslív uttan rús
Ung og lívið er eitt spennandi og uppbyggjand tiltak fyri næmingar í 7. flokki. Tiltakið er ætlað at gera næmingar tilvitaðir um, hvussu eitt gott ungdómslív kann vera, uttan rúsdrekka og við at taka góðar avgerðir fyri seg sjálvan og felagskapin. Tað skal byrgja fyri, at ung ikki koma í vandastøður orsaka av rúsdrekka og nikotin, og hjálpa teimum at taka avgerðir ið gevur lívinum innihald. Tað góða ungdómslívið, við sunnum felagsskapum og áhugamálum, ið gevur lívsgleði og innihald.
Tiltakið verður skipað kring landið, um várið, av SSP-økisbólkum, sum umboðar bæði SSP-lærarar- og politistar, og umboðum fyri ungdóms- og virkishús. Saman tryggja tey samansjóvandi og rúsfríar karmar, og við at denti á verndarfaktor ið stuðlar undir endamálið. Verndarfaktorar merkir alt tað ið gransking vísur á, hevur ávirkan á eitt gott barna- og ungdómslív.
Hvat vilja vit?
Vit vilja styrkja tann einstaka og felagsskapin:
-
At næmingar læra at standa ímóti bólkatrýsti
-
At teir kenna síni egnu virðir og tora at vera seg sjálvir
-
At teir síggja, at tað ber til at hava tað stuttligt uttan rúsdrekka, nikotin og onnur rúsandi evni
Tí er hetta týdningarmikið
Nógv ung halda, at “øll onnur” drekka, roykja ella snúsa. Summi kenna seg minni “kul” ella ótrygg, um tey eru rúsfrí og onnur kenna seg trýst til at gera sum hini. Hetta byggir ofta á skeivar fatanir – tað vit kalla sosial yvirdrívilsi.
Við Ung og lívið vilja vit broyta hesa fatanina. Vit vilja vísa, at tað finnast nógvar aðrar leiðir til góðan felagsskap og innihaldsríkar upplivingar.
Hvat hendir á tiltakinum?
Ein týdningarmikil partur av tiltakinum er samstarvið við Liv Lívið og Títt rúm hjá Bláa Kross Føroya, sum saman við øðrum feløgum og stovnum skipa fakligt innihald til tey ungu um m.a. at kenna seg sjálvan, persónligheitstypir og taka góðar avgerðir.
Um kvøldi verða oftast rúsfrí tiltøk skipað av ungdóms- og virkishúsum, har ung kunnu luttaka, spæla spøl, hoyra tónleik og koma í samband við onnur ung. Tað gevur teimum møguleika at læra ungdómshús og starvsfólk at kenna.
-
Dagurin er skipaður av SSP-økisbólkum, í samstarvi við lærarar, politistar, ungdóms- og virkishús
-
Farið verður ígjøgnum ymisk evnir sum til dømis; samleiki, felagsskap, vinalag, talgilda lívið og góðar avgerðir
-
Brúkt verður fakligt tilfar frá m.a. Liv Lívið og Títt rúm hjá Bláa Krossi Føroya
-
Venjingar og orðaskifti gera næmingarnar tilvitaðar um egnan hugburð og atburð
- Hugni og samansjóvan um kvøldið










