Umframt heimið, er skúlin týdningar- mesta staðið at menna og styrkja børn og ung til at verða sjálvstøðugir brúkarir á netinum.
Talgildi heimurin er sum veðrið. Øll tosa um tað, men eingin ger nakað vit tað – ella…? Á vári 2015 kom út frágreiðing um happing í fólkaskúlan- um. Spurt var millum annað um happing á sosialu miðlunum. 164, ella 2% av næm- ingunum, svaraðu, at teir hava upplivað hetta viðhvørt. Um hetta tal er stórt ella lítið veldst um, hvat eygað sær. Undir øllum umstøðum skulu vit ikki góðtaka slíkan atburð – punktum. Í frágreiðingini verður víst á, at SSP arbeiðir miðvíst við átak- inum ”Tryggari á netinum” og at tað kann hugsast, at tað arbeiðið hevur gjørt sítt til, at talið á teimum, sum eru fyri happing í sosialu miðlunum, tykist lægri í Føroyum enn í okkara grannalondum.
Hetta er tekin um, at vit eru á rættari leið. Eg hoyri tó ofta um hendingar, har tey
ungu – og vaksin fyri tann skuld – ikki duga sær hógv. Myndir og tekstir fara flúgvandi gjøgnum luftina. Hetta er í sjálvum sær einki forgjørt í. Men tá ið persónligar myndir verða sendar víðari til ein triðja persón, so er talan um lógarbrot. Og tá ið ein skúli verður partur av eini hending – við til dømis myndum av naknum næmingum – er hetta ein ring støða fyri tann ella tey, myndin er av. Tá er trupult at vera í skúla.
Skúlin og vit, sum eru um børnini og tey ungu í kunningarsamfelagnum, mugu vera um tey á meira enn ein hátt. Spurningar um ábyrgd, upphavsrættindi og rætt til privatlív stinga seg upp ferð eftir ferð. Og ikki minst vaksandi tvístøðan, sum vit koma í, tá vit eru ov nógv á netinum og gloyma nærveruna.
Eisini mugu vit hava í geyma, at vitan og hugburður fremur atburð. Kanningar vísa, at heilin mennist, tá ein er saman við øðrum menniskjum. Samstundis mugu vit stað- festa, at børn og ung í dagsins samfelagi fyri ein stóran part sita einsamøll framman fyri skíggjan. Henda tíðin verður tikin frá øðrum týdningarmiklum løtum, eins og ovurnýtslan ávirkar andligu evnini at læra.
Vit fáa ikki gjørt so nógv við veðrið. Men vit mugu gera tað, vit kunnu, at læra okkara børn um teir møguleikar og vandar, ið eru á leiðini, so tey kunnu ferðast trygt á net- inum. Umframt at foreldrini eiga sín lut, er SSP samstarvið pallurin til at samskipa tað fyribyrgjandi arbeiðið. Vit halda áfram við, at lærarar og næmingar í 4. flokki viðgera evnið ”Tryggari á netinum” og at foreldrini eru ein virkin partur í hesum. Politiið hevur umskipað tilboðini um kriminalitetsfyribyrgj- andi undirvísing. Frá skúlaárinum 2015/16 verður ”Etikkur á netinum” eitt tilboð til næmingar í 6. flokki.
Umframt heimið, er skúlin týdningarmesta staðið at menna og styrkja børn og ung til at verða sjálvstøðugir brúkarir á netinum. SSP ráðgevingin hevur, saman við fleiri stovnum og felagsskapum, tikið stig til at geva út arbeiðsheftið ”Talgilt samskifti í skúlanum”. Endamálið við heftinum er at hjálpa skúlanum í gongd við eitt samskifti um talgildan trivnað og virði skúlans í sambandi við netnýtsluna hjá børnum og vaksnum. Sum frá líður eigur miðvísi arbeiðshátturin at skapa bestu fortreytir fyri, at børn og vaksin kenna sínar skyldur og ábyrgd, tá ið ferðast verður á netinum.
August 2015
Óli Rubeksen, SSP