At øll børn eru umboðaði á foreldrafundum, átti at verið sjálvsagt. Men so er ikki hjá nógvum, ið eiga uppgávuna at skipa fyri hesum fundum. Vit, sum arbeiða við vælferðini hjá børnum og ungum, mugu síggja virðið í, at foreldrini eru tey, sum hava allarstórsta týdningin fyri, at felagsskapirnir standa sterkt í myndini á dagstovnum og skúlum. Tíanverri vita vit, at ikki øll børn og ung er partar av einum felagsskapi, og tá kemur einsemið sníkjandi. Hettar ávirkar sálarligu heilsuna, og er hettar ein tann stórsta hóttanin í okkara parti av heiminum.
Tað er ein sannroynd, at uttan felagsskapin trívast vit ikki. Tað er í felag við onnur, at vit menna okkara lívførleikar og sosiala tilvit. Vit mugu av øllum alvi arbeiða fyri, at øll børn og ung sleppa upp í part. Tí er tað kærkomið, at ABC verkætlanin er komin til Føroya. Henda verkætlan setir sjóneykuna á trivnað og sálarligu heilsu, ið er so avgerðandi fyri at liva lívið. SSP er saman við nógvum felagsskapum virkið í ABC- hugsanini.
Boðini hjá ABC verkætlanini eru: VER VIRKIN – VER SAMAN – VER HUGBUNDIN. Hettar hjálpir okkum at vera púra greið, tá ið tosa verður um trivnað og vælferð hjá barninum, eins og leiklutin hjá foreldrum, í barnagarðsstovunum ella skúlaflokkunum.
Nógvir foreldrafundir er á hvørjum ári. Men eg loyvi mær at seta spurningin um teir røkka sínum endamáli, tá ið øll børn og ung ikki eru umboðaði. Oftani eru tað tey somu foreldrini, ið møta, men saknur er í teimum, ið ikki eru har! Um vit bara yppa øksl og siga, at tað er ikki okkara ábyrgd, hava vi tein trupulleika. Vit hava brúk fyri øllum foreldrum, at taka sítt tørn fyri felagsskapin. Tí er tað neyðugt at hava góðar og greiðar leiðreglur fyri leiklutin og uppgávuna hjá foreldraumboðunum, so vit við opnum sinni kunnu siga við hvønn annan: ”Tú kemur við, ha?”
August 2018
Óli Rubeksen, SSP ráðgevði