”Sambandið við tann tú tosar við hevur stóran týdning at byggja upp álit, tá ið vit
skulu hjálpa einum barni”
Vit, ið eru við í SSP hava fleiri økir, ið vit skulu virka á. Vit skipa fyri tiltøkum, ið eru gagnlig fyri øll og vendir sær til ein breiðan skara av børnum, ungum og foreldrum. Í hesum liggur eitt virði, at øll menniskju hava ein grundfestan rætt at trívast og at hava eitt gott lív.
Ímeðan við arbeiða við almennu fyribyrgingini í SSP, mugu vit síggja tey børn og ungu, ið ikki sleppa uppí part. Hesi, ið ikki trívast, hava ein skaðandi atburð ella eru fyri vanbýti av umstøðum, tey ikki eiga ábyrgd av.
Hesi børn eru í Føroyum, í skúlanum, í flokkinum og umhvørvinum annars, sum tey eiga vera ein partur av. Hetta vita vit frá trivnaðarkanningini og útsøgnum frá tykkum, ið eru um børnini og tey ungu. Eg síggi tey, tá ið eg ferðist kring landið og møti andlistbragdinum, síggi eyguni og spyrji meg sjálvan: „Sær nakar teg“?
Vit hava hoyrt Lisbeth Zorning Andersen tosa um, at við tíðini slóknar eldurin tíverri hjá fleiri børnum, tí tey ongantíð í sínum uppvøkstri møta røttu fólkunum, ella eldurin verður køvdur, tí tey møta teimum skeivu fólkunum.
Í hesum kemst ikki uttanum, at tað góða tvørprofessionella samstarvið er ein fortreyt at tryggja børnum og ungum eitt gott lív at mennast.
Og taka vit hesar meginreglur hjá Lísbettuni við okkum, eru vit á góðari leið:
- Finn eldin
2. Gev kærleika
3. Vís álit
4. Syrg fyri útbúgvingini 5. Lurta eftir barninum
Vit í SSP skulu viðvirka til at login brennur, so okkara børn og ungu hava lívshugan, trúgva upp á lívið og tey vaksnu fólkini, tey hava rundan um seg. Júst so er mín dreymur fyri arbeiðinum í SSP. Um ivi er um at megna hesa uppgávu, ber altíð til at stuðla seg til útsøgnina hjá Pippi Smokkuleggi: „Hetta havi eg ikki roynt áður, so eg haldi fyri vist, at hetta fari eg at klára“.
Juli 2013
Óli Rubeksen, SSP- ráðgevi