Foreldrini eiga barni og vit eru hjálparfólk at tryggja at barnið kemur so væl undan sum til ber. Í hesum er eisini ein viðurkenning av at foreldrini er ein ómissan samstarvsfelagið tá ið vit skullu seta vælferðina og trivnaðin hjá barninum í háðsæti.
Foreldur vita, at tey hava týdning fyri uppalingini av teirra børnum. Men tá ið tey verða gjørd varug við hvussu stóran týdning at síggja heildini í einum skúla- ella vinarflokki, eru sum at sleppa bundu kraftina leysa.
Tí við at hava ein greiðan boðskap um teirra leiklut um bæði sítt egna barn og flokkinum barnið er partur av, og fáa høvi at tosa saman, síggja tey eina meining við teirra leikluti í einum samanspælið við onnur.
Tí hevur tað týding at halda fast um góðu gongdina við foreldrumfundunum í SSP høpi, har viðurkenningin liggur í, at foreldrini eru besta fyribyrgingin. Hugburðurin at foreldrini umboða barni á foreldrafundinum eru vit ikki von við. Tað er jú har høvi er til at knýta bond við onnur foreldur og fáa møguleika fáa íblástur prát við onnur um sítt barn og lívsáskoðanir.
Í heilum hoyra vit um hvussu væl íslensk foreldur eu uppi í lívinum hjá børnunum og teimum ungu. Hetta kemur ikki av ongum. Í áravís hava foreldarbóllanir í einstøku flokkunum haft ein virkan lutt, at eyggja og draga foreldur við á foreldrafundirnar. Eitt virkið samanspæl millum heim og skúla, ið fremur góður umstøður fyri trivnað og felagsskap í einstøku flokkunum.
Læt okkum taka hesa læru til okkum, so tað ikki er einstakið flokslærarin ella SSP fyri tann skuld, standa einsamøll við uppgávuni.
Juni 2017
Óli Rubeksen, SSP ráðgevði