”Tí við at hava ein greiðan boðskap um teirra leiklut og tey fáa høvi at tosa saman, síggja tey eina
meining við teirra leikluti i einum samanspæli við onnur ”
Eg og maðurin vóru samd um, at hetta var tann besti foreldrafundurin, vit høvdu verið á.
Ein slík útsøgn er ikki at forsmáða, havandi í huga, at tað eru foreldr ini, ið eru tann besta fyribyrgjandi eindin, ið SSP vil ávirka og stimbra til at taka ábyrgd fyri trivnaðinum og sosiala lívinum í hjá næming unum.
Foreldur vita, at tey hava týdning fyri uppalingini av teirra børnum. Men tá ið tey verða gjørd varug við, hvussu stóran týdning tey hava fyri at síggja heildini í einum skúla ella vinarflokki, er sum at sleppa eina bundna kraft leysa. Tí við
at hava ein greiðan boðskap um teirra leiklut og tey fáa høvi at tosa saman, síggja tey eina meining við teirra leikluti í einum samanspæli við onnur.
Sum frálíður hava júst foreldra fundirnir í SSP fingið innivist á flest øllum skúlum. Hetta er at fegnast um. At kunna vera við frá skúlabyrjan við „Knýta bond mill um foreldur“, eigur sum frálíður
at síggjast aftur í trivnaðinum og virðingini millum næmingar og for eldur. Hesa leið skulu vit halda fast í og gera tað vit gera.
Sum nakað nýtt eru í hesum faldara aðrir felagskapir og tiltøk umboðað, ið venda sær til børn
og ung. Spæliliðið, ið hevur virkaðí nøkur ár í Tórshavnar kommnu, verður nú í samstarvi við AKT og SSP spjatt um alt landið. Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, hvat tey kunnu bjóða skúlanum. BERIN, ið skipar tiltøk fyri børn og ung, ið hava mist ein av sínum kæru, er umboðað.
Alt hetta er við til at sleppa bundnu kraftini leysa , so okkara børn og ungu fáa bestu fortreytir fyri at liva lívið.
Juli 2014
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi