Tað er ein sannroynd, at tað eru ymiskar fatanir av, hvat SSP skal takast við. Fyri meg gevur kriminalitetsfyribyrging í sjálvum sær onga meining. Um vit fylgja ráðnum frá Det Kriminalitets- forebyggende Råd í Danmark, er ikki nóg mikið at gera átøk, ið eru kriminalitetsfyrbyrgjandi. Tá eru vit oftani ov sein á sjóvarfallinum.
Hyggja vit eftir hugtakinum fyribyrging, so er tað í roynd og veru at forða fyri eini óynsktari støðu. Tað almenna vil, at vit forða fyri, at fólk roykja, fremja kriminalitet, ovurnýtslu av rúsdrekka, nýtslu av rúsevnum, vanlukkum í ferðsluni, ágangi á sosialu miðlunum, kynsligum ágangi osv. Listin er alinlangur, um hvørjar støður, vit ikki vilja hava. Tað legst bara afturat listanum, so vit eru um at missa ondina. Rákið er, at vit detta nærum um beinini á hvør øðrum í berari vælvild og egnum áhugamálum fyri at gera tað „góða“.
Tí skulu vit, heldur enn at „sløkja eldar“, leggja doyðin á tann uppbygjandi partin, at menta okkara unga ættarlið til at verða góðar samfelagsborgarar, ið taka atlit til bæði seg og tað samfelag, tey eru partur av.
Allýsingin í fyribyrgingar- myndlinum vísir greitt, at tað eru tey uppbyggjandi tiltøkini, sum stuðla undir tey fyribyrgjandi til tøkini. Endamálið er at skapa øllum í samfelagnum góð, trygg og mennandi kor. Ein viðkomandi táttur í uppbyggjandi liðinum í SSP er at hitta foreldur, møta børnum og ungum, har sum tey eru, og at skipa samband millum foreldur. Hesin arbeiðsháttur hevur sannført meg um, av SSP hevur nakað upp hjarta.
SPP, eins og ein hvør onnur skipan, hevur tørv á at fylgja við tíðini. Flemming Balvig, professari og granskari innan kriminilogi vísir á, at tørvur er á at endurskoða fyribyrgjandi arbeiðið í SSP. Fyrst og fremst er neyðugt, at øll og allir tættir í samfelagnum eru partur av fyri- byrgjandi arbeiðinum. Hagtøl vísa, at kriminaliteturin minkar. Samstundis hoyra vit og vita, at nógv børn og ung eru einsamøll, hava sálarligt órógv og stríðast við at vera partur av felags- skapinum. Hann mælir til, at
SSP gevur sær fær um at síggja heildarstøðuna og menna lívs førleikarnar hjá øllum børnum og ungum. Hansara boð er, at vit, ið arbeiða innan SSP samstarvið, skulu síggja okkum sum konsu- lentar í vælferð og trivnaði og ikki bara arbeiða við fráveru av kriminaliteti.
Taka vit hesi hyggjuráð til okkum, ber av røttum til at siga, at vit eru á góðari leið.
Juni 2016
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi