5. januar 2011 varð endurskoðaði SSP samstarvsáttmálin undirskrivaður. Sáttmálin skal tryggja, at fyribyrgjandi arbeiðið millum børn og ung í Føroyum heldur fram.
SSP samstarvið byrjaði í 2007 sum eitt tvørprofessionellt samstarv millum tríggjar fakbólkar, sum hvør í sinum lagi arbeiða ella hava samband við børn og ung – skúlan, sosialu myndugleikar nar og politiið.
SSP arbeiðir fyri at fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung. Og endamálið við fakliga samstarvinum er at savna og samskipa fyribyrgjandi arbeiðið og at gera felags átøk.
Uppgávan at fáa bólkar og myndugleikar, sum higartil í stóran mun hava liva í hvør síni verð, at arbeiða saman, er stór. Tað vísa royndirnar í tvørprofessionellum arbeiðið. Stóra avbjóðingin er at fáa eitt samstarv, sum byggir á álit, virðing og ávirkan.
Eitt samstarv, har allir partarnir kenna, at teir hava møguleikar fyri javnbjóðis ávirkan og sum er merkt av opinleika og gjøgnumskygni.
Einans á henda hátt fáa vit skapt eldhugan, ágrýtnið, virkisfýsnið og ikki minst kensluna av at arbeiða fyri einum felags máli, sum er drívmegin í arbeiðnum at fyribyrgja kriminaliteti og skað andi atburði millum børn og ung.
Tað tekur tíð, at fáa eitt slíkt tvørprofessionellt samstarv á føtur. Tí er tað eisini umráðandi, at vit hava tol at bíða, meðan tær stóru brúgvarnar verða bygdar.
Sjøtil er settur á – og arbeiðið gongur miðvíst framá.
Mei 2011
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi