Skiftið frá barnalívið til ungdómslívið er ein týðandi yvirgongd í lívinum, har nógv broytist. Hetta er eisini ein tíð, har vinir, og tey tú ert saman við, hava størri týdning enn foreldrini, har mørk roynast og tú ger tær ymiskar royndir. Hettar er tíðin at nógv broyting fer fram, og í stuttum kann sigast, at hettar er tilgongdin at finna teg sjálvan, og menna tín samleika.
Í fyribyrgjandi arbeiðinum skal arbeiðast miðvíst við at fremja hugburðin um tað góða lívið. At ein og hvør hevur ábyrgd fyri egnum gerðum. Ein týðandi táttur er at arbeiða við fatanini av sosiala lívinum og upplivingar, ið ung halda vera rættar, hóast tað ikki altíð er so. Ung halda ofta at øll hini kanska drekka, snúsa ella roykja, hóast tað ikki er so, ella øll onnur foreldur loyva eitthvørt, sum ein sjálvur ikki sleppur. Tað er tað vit kalla “sosial yvirdrívilsi” sum úr donskum eitur “sociale overdrivelser”. Tí arbeiða vit í háheild út frá sjónarmiðinum um, eitt virkið og rúsfrítt ungdómslív, við at avbjóða fatanina, tey ungu hava av javnaldrum. Vit viðgera talgilda heimin, samleika, felagsskap, vinalag og brúka venjingar, ið kveikja næmingarnar, við at leggja upp til orðaskifti um hugburð og atburð. Tað góða lívið gevur meining. |