Læring í lívsmeistran og vakstrarlyndi

“Hvussu hevur tú tað?” er ein spurningur, ið ikki er lættur hjá øllum ungum at svara. Tann nýggjasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum (FHR) “Hvussu hevur tú tað?” frá 2017 vísur, at 1/4 av 5000 ungum í aldrinum 13-24 ár hava mentala óheilsu. Tvs. óheilsa sum ávirkar funktiónsstøði, einsemi, sosialt, skúli, arbeiði og annað.

Hetta hevur lagt grundarlagið fyri at skipa eina undirvísingargongd “Lívsførleiki” sum lærugrein. Endamálið er at skapa eitt ríkt, vitalt og meingingsfult lív, samstundis sum tú góðtekur, at lívið bjóðar uppá óynsktar hendingar/upplivingar, sum tú ikki kanst sleppa undan.

Gjøgnum ástøði og venjing: Geva ungdóminum møguleika at:

  • arbeiða við virðum og hvussu tey kunnu “avprøva” og finna síni virðir … Hvat hevur týdning. ( “what i care for” )
  • menna psykologiskan fleksibilitet og “vakstrar mind-set”
  • økja mótstøðuføri við at geva ítøkilig amboð at handfara lívsavbjóðingar
  • økja pro-sosiala atferð
  • minka fábroytni og fordómar
Lívsførleiki sum lærugrein - Brainologi

Trýst á myndina fyri at heinta nærri kunning

Á henda hátt er sannlíki fyri at gera ungdómin tilvitaðan um, at tað ber til víðka “mindset”. Arbeiðsgongdin er at geva lærurum ítøkilig amboð til mótstøðuføri hjá ungominum, í mun til lívsavbjóðingar, psykologiskan flexibilitet, sum kann betra um mentalu heilsuna hjá teimum.