Tryggari Internetdagur

Evnið í ár

Tryggari Internetdagur 2026 verður evnið “ Happing á netinum “.

 

Sum vant verður skipað fyri evnisdøgum fyri at kveikja áhuga fyri kappingini.

Allir flokkar í hádeild kunnu vera við í kappingini um ein gávukekk á 20.000 kr., við at gera ein stuttfilm ella sjónbandalag, upp til 4 min. um happing á netinum.

 

Evnisdagur

Evnisdagur varð hildin 8. oktobur 2025 við Tjarnir.

Næmingarnir fingu spennandi fyrilestrar frá fakfólki og undirhald á degnum.

Evnisdagurin varð stroymdur og til ber at síggja allar framløgur aftur her:

Tryggari internetdagur 8. okt. 2025 kl. 09.00-12.00.

Innlating

Øll uppskot skulu latast inn umvegis okkara tilmeldingarskipan.

Freistin fyri innlating er týsdagin 10. februar 2026 á midnátt.

Vinnarin verður funnin mánadagin 2. mars 2026.

Tryggari internetdagur

Evnisdagur í Tórshavn

8. oktobur 2025 við Tjarnir

Evnisdagur í Suðuroynni (Avlýst)

9. oktobur 2025 í Salt á Tvøroyri

Føroya Tele
SSP
Nema