Barnavernd og fráboðanarskylda

Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri umsorganarsvíki ella ágangi. Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum at fráboða sum einstaklingur og sum fakfólk, sum í sínum dagliga starvi fáast við børn. Fæst tú við børn í tínum starvi, hevur tú herda fráboðanarskyldu. Tað er galdandi fyri til dømis lærarar, læknar, ljósmøður, heilsufrøðingar, prestar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk innan barnaansing.

Herd fráboðanarskylda merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.

Les um fráboðanarskyldu í lóg um barnavernd.

Torført kann vera at vita við vissu, nær eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi, men sum borgari hevur tú skyldu til at gera vart við, um tú hevur kunnleika til slík viðurskifti. Fráboðast skal eisini um kvinnu, sum er við barn, tá mett verður, at tørvur er á stuðli m.a. orsakað av rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.

Fráboðanir skulu vendast til barnaverndartænastuna í tínum øki.

Hevur tú spurningar ella ynskir ráðgeving um eitthvørt, ber til at venda tær til SSP-samskiparan í barnaverndartænastuni í tínum øki:

Norðoyggjar – Ása Vágsheyg Svabo, asav@klaksvik.fo

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna – Ingi Hansen, ingi@fuglafjordur.fo

VEKS (Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunur) –  Jóhanna M. Harutyunyan, johannam@sunda.fo

Vágar – Joan Vang, joan@vaga.fo

Tórshavn – Ebba Øre, ebbao@torshavn.fo, og Jeannet Ryggshamar Bech, Jeannetr@torshavn.fo

Sandoy/Skúvoy – Ebba Øre, ebbao@torshavn.fo, og Jeannet Ryggshamar Bech, Jeannetr@torshavn.fo

Suðuroy – Eyðvør Thomsen, et@tvoroyri.fo

Faldarin “Børn hava rætt til eitt gott lív” setur sjóneykuna á fráboðarnarskylduna hjá fakfólki og hvussu ein skal bera seg at.

Visti tú…

  • at í 2024 vóru tilsamans 622 fráboðanir til barnaverndar-tænasturnar í Føroyum?
  • at løgreglan er tann, ið boðar mest frá?
  • at 198 fráboðanir komu frá løgregluni í 2024 ? 
  • at foreldur ofta sjálvi venda sær til Barnaverndartænastuna fyri at fáa hjálp?

Vit hava øll fráboðanarskyldu, um vit vita um eitt barn, sum livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella tess menning. Eisini um vit fáa kunnleika um eitt barn, sum foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir.

Ein fráboðan er eitt tekin um umsorgan fyri barninum, ið kann hava sera stóran týdning fyri einstaka barnið og vera ein kærkomin hjálp hjá eini familju. 

Les meira um, hvat hagtølini siga um fráboðarnir hjá Barnaverndarstova Føroya.