Foreldrafundur

Hvussu kunnu foreldur virka við til, at ung hava eitt heilsugott og virkið ungdómslív uttan royking og rúsdrekka?

Tá ið børn gerast tannáringar eru foreldur ofta ráðaleys um, hvat er rættast at gera. Flest ung vilja tamba mørkini og ótilvita gera tað sum hini gera. Tá hevur tað týdning at foreldrini ikki geva upp foreldraleiklutin, men síggja virðið í at fylgja við, hvat tey ungu takast við. Hesi sera viðkvomu árini eru júst tá tey hava brúk fyri foreldrunum, soleiðis tey ikki verða sædd sum børn, men ung í menning; at royna at finna sín egna samleika.

Virðið í foreldrafundinum er, at foreldrini tosa saman um, hvussu tey best kunnu vera í lívinum hjá teimum ungu og møta teimum í støðuni, tá “øll hini sleppa”.

Bílegging og nærri upplýsingar um foreldrafundin fáast við at venda sær til SSP-ráðgevingina.

Foreldranetverk er, tá ið foreldur hittast og skifta orð um áskoðanir, mørk og hugskot til góðan trivnað og gott sosialt lív í flokkinum.