Hósdagin 02. feb. møttu 250 luttakarar til Kveikingardagin, ið SSP skipaði á Hotel Føroyum.
Djóni N. Joensen, Landsstýrismaður, setti dagin við orðatakinum: “Ætlar tú at ganga skjótt, skalt tú ganga einsamallur. Ætlar tú at ganga langt, skalt tú ganga saman við øðrum!” Lýst varð, hvussu umráðandi tað er at vit tryggja trivnaðin hjá børnum og ungum, við at seta inn tíðliga. Vit fegnast um, at vit í felagsskapi hava nátt langt og hava ein skipan sum virkar. Talan kann lesast her
Óluva Zachariasen leiddi okkum væl gjøgnum dagin, við broyttari skrá, ið ávirkað var av ódnarveðrinum dagin fyri.
Góður tráður var í fyrilestrunum, ið festu ymisk orð og ymsar vinklar til heitið: “Foreldur og familjan”, sum ein tann týdningarmiklasti parturin, tá tað kemur til trivnaðararbeiði, so børn og ung trívast í Føroyum.
Framløgan “Saman um barnið” gav luttakarunum innlit í hvussu breitt økið er, ið fevnir børn og ung í Føroyum og týdningin, at fólkini í ymsu økjunum kennast og samstarva. Tá ið vit eru opin fyri at læra at kenna onnur starvsøki, verður lættari at finna markamót og samstarvsmøguleikar.
Í netbornu framløguni legði Emil Ludvigsen dent á, at foreldur eiga at vísa áhuga og læra seg at kenna net-lívið, ið børnini ferðast í, bæði í spæli og í samskifti. Tó at vaksin onkuntíð skilja skíggjanýtslu sum tíðarspill, er partur í skíggjanýtslu eisini ein máti hjá fleiri børnum og ungum, at menna ymiskar førleikar.
Rikke Yde Tordrup, ferðaðist víða kring umstøðurnar at vera foreldur at skúlanæmingi. Ymsu foreldrini hava ymsar eginleikar – og avmarkingar. Við sera livandi fyrilestri og góðari kontakt til luttakararnar, kendu flestu seg aftur í gerandisdegnum og fingu vónandi íblástur at betra umstøðurnar kring føroysk børn og ung.
Framløgan úr MEA-húsinum lýsti millum annað týdningin, at vit vaksnu samskifta. Samskiftið er týdningarmikið bæði tá ið talan er um pør og tá ið talan er um skilnað. Skeið verða javnan skipað, ið geva foreldrum møguleikan at orða seg og betra umstøðurnar kring barn teirra.
Við støði í føroyskari gransking, varð framløga um støðuna hjá føroyskum ungdómi. Tað hevur alstóran týdning, at vit kunnu kanna og granska støðuna í Føroyum, soleiðis at vit bæði kunnu samanbera við onnur lond og eisini arbeiða áfram við dagførd dátu, ið lýsa støðuna í Føroyum.
Benny Husted rundaði dagin av, við at lýsa SSP-arbeiðið og týdningin, at SSP er samstarvið er ikki ein organisation, sum ein heitir á, tá illa stendur til, men heldur ein samstarvsformur, har vit øll hava eina ábyrgd, í tí fyribyrgjandi arbeiðinum.
Vit fegnast um ein góðan og gevandi dag, og við so stórari undirtøku.
Kveikingardagurin 2025 verður aftur skipaður fríggjadagin 07. feb. 2025.