Evnið er “Foreldur og familjan”, har vit seta sjóneykuna á ymsu pallarnar, ið børn og ung ferðast á.
Skráin sæst her
Rikke Yde Tordrup hevur fyrilestur um hvussu tað sæst innan dagstovnaøkið og við skúlabyrjan, hvørjir uppalingarhættir eru – og hvørja ávirkan hetta hevur á atferð og menning.
Úr samstarvinum millum Vága kommunu og Sørvágs kommunu verður framløga um verkætlanina “Saman um barnið”. Verkætlanin er í fleiri liðum, ið fevna um at styrkja starvsfólkini fakliga, at fáa stovnar og skúlar at virka betur innanhýsis sum ein eind, og ikki minst er hon ætlað at styrkja samstarvið millum ymsu stovnarnar og skúlarnar.
Annika Helgadóttir Davidsen og Monika Mohr við støði í gransking, greiða frá sálarheilsuni hjá ungum føroyingum.
Emil Ludvigsen hevur fyrilestur um talgildar felagsskapir, miðlar, gaming og kynsnormar. “Emil er blandt andet én af drivkræfterne bag rådgivningsplatformen www.scammed.dk, der med både personlig rådgivning, guides og samarbejde med politiet søger at forebygge økonomisk kriminalitet i computerspil.”
Benny Husted tekur orðið um SSP-samstarvið, skúlar og foreldrasamstarv. Kriminalitetsfyribyrging snýr seg um, at børn og ung hava eitt trygt og gott lív, við góðum felagsskapum. Lokalsamfelagið er góður stuðul til júst tað.
Vígdis Skorheim leggur fram um at betra sambandið og samskiftið millum foreldur, til frama fyri barnið.
Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkunum, politikarum og øðrum áhugaðum. Tí fevnir skráin um barnalívið – frá byrjan og upp til ungdómsárini – , talgilda heimin, felagsskapir og neyðug samstørv.
Bílagt verður á atgongumerki.fo
Vit síggjast á Hotel Føroyum, 01.02.2024.
SSP- Ráðgevingin