SSP-evnisdagur við námsfrøðingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya
SSP-evnisdagur við námsfrøðingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya. SSP-ráðgevingin var so heppin at fáa møguleikan at skipa fyri evnisdegi…
SSP-evnisdagur við námsfrøðingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya. SSP-ráðgevingin var so heppin at fáa møguleikan at skipa fyri evnisdegi…
Kom við til ein kveikjandi dag, har vit seta sjóneykuna á ymisk sjónarmið innan fyribyrging, sum hava…
Photos from Føroya Pedagogfelag's post ... Sí meiraSí minni
0 CommentsViðmerk á Facebook
SSP-evnisdagur við námsfrøðingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya.
SSP-ráðgevingin var so heppin at fáa møguleikan at skipa fyri evnisdegi fyri 41 námsfrøðingalesandi á 1. ári í gjár. Hetta er aðru fer ein slíkur dagur verður hildin, ið hevur til endamáls at seta sjóneykuna á teirra virðismikla leiklut í fyribyrgjandi arbeiðinum, tá tey verða námsfrøðingar á dagstovnaøkinum.
Á skránni var:
- Hvat er SSP?
- Týdningurin av almennari fyribyrging.
- Samstarvssáttmálin.
- Rættargangslógin §148.
- Fráboðanarskyldan.
- Ítøkilig fyribyrgjandi amboð og átøk.
- Bólkaarbeiði um at arbeiða fyribyrgjandi sum námsfrøðingur í praksis.
Serliga vóru vit errin av at síggja so nógv góð og viðkomandi sjónarmið, kjak og tankar frá teimum lesandi!
Vit takka stórliga fyri møguleikan at hava ein dag saman við teimum og ynskja teimum góðan lesnað víðari.
NÁD - Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
... Sí meiraSí minni
0 CommentsViðmerk á Facebook
www.atgongumerki.fo/2803597/ssp-kveikingardagurin ... Sí meiraSí minni
0 CommentsViðmerk á Facebook
"Relationskompetent praksis" var sigandi yvirskriftin hjá Louise Klinge, granskari innan relatiónsførleikar í Danmark, tá hon í dag helt evnisdag í Smæruni.
Við áhugaverdum og fangandi dømum frá praksis, greiddi Louise Klinge frá:
1. týdninginum av relatiónum og um skeld. Hvussu góðar relatiónsførleikar millum námsfrøðingar/lærarar og børn hava fyri trivnað, læring og atburð hjá børnunum í dagstovnum og skúlum. Og hinvegin, hvussu skeld móti óynsktum atburði elvar meira óynsktan atburð.
2. eyðkenni við góðum relatiónsførleikum í praksis.
Í sínari Ph.d. ritgerð hevði Louise Klinge funnið fram til meira enn 190 ymisk eyðkenni, ið gera seg galdandi, tá vit tosa um, hvat góðir relatiónsførleikar í praksis innibera, men sum hon síðani hevur kókað niður til fimm høvuðseyðkenni:
● "Udtrykke afstemmere", ið fevna um verbalar ella non-verbalar orðingar, ið vísa, at tey vaksnu hugsa um børnini.
● "Handle omsorgsetisk", har tann vaksni styrkir etiska idealið hjá einstaka barninum við at gera okkurt gott fyri onnur, heimin og seg sjálvan.
● "Autonomi", ið er, tá børnini uppliva m.a. virðing, at verða sædd og at teirra meiningar hava týdning.
● "Kompetence", tvs førleikar, ið koma fram vegna m.a. viðurkennandi afturboðan, fjølbroytni og jaligar væntanir frá teimum vaksnu.
● "Samhørighed", tá m.a. lagið er jaligt, tey vaksnu vísa áhuga, longri verkætlanir, ið børnini kunnu fordjúpa seg í osfr.
3. Sjey faktorum, ið ávirka góðar relatiónsførleikar í praksis:
● upplivingar av "autonomi", "kompetence" og "samhørighed".
● ítøkilig vitan um tey børnini, tey vaksnu arbeiða við og almenn vitan um menniskjaliga menning.
● førleikar at taka ímóti og fokusera á barnið, innihaldið og seg sjálvan.
● nærvera.
● mentalisering.
● faklig vitan.
● jaligar kenslur.
Louise Klinge nevndi serliga tveir spurningar, fakfólk kunnu seta sær sjálvum, um tey meta eitt barn vísir minni ynsktan atburð:
● "hevur tað nakað við meg at gera?"
og
● "hvat hevur barnið tørv á?"
Louise Klinge hevur útgivið bókina "Skole uden skældud", ið gevur ítøkilig dømi og leiðbeiningar um, hvussu námsfrøðingar, lærarar og fakfólk sum heild kunnu styrkja sínar relatiónsførleikar - uttan skeld:
www.saxo.com/dk/skole-uden-skaeldud_louise-klingeerik-sigsgaardmette-thor-joergensen_haeftet_9788...
@Sálarfróði skipaði fyri.
... Sí meiraSí minni
0 CommentsViðmerk á Facebook
🤗 ... Sí meiraSí minni
This content isn't available right now
When this happens, it's usually because the owner only shared it with a small group of people, changed who can see it or it's been deleted.0 CommentsViðmerk á Facebook
LEIÐARI TIL NÝGGJU FAMILJUTÆNASTUNA AT BYRJA SKJÓTAST TIL BER
Vilt tú standa á odda fyri einum framsøknum viðgerðartilboði fyri familjur, har endamálið er at fyribyrgja, at børn verða sett heiman? Vit tú ganga undan at skapa eina stovnsmentan, sum stuðlar undir at tryggja trivnað og sunna menning hjá børnunum, so tey kunnu møta framtíðini við lívsgleði?
Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Kommunufelagið hava gjørt av at seta á stovn nýtt viðgerðartilboð við heitinum, Familjutænastan. Familjutænastan er fyribyrgjandi fyriskipan og veitir ráðgeving og viðgerð til familjur, sum hava avbjóðingar í foreldraleiklutinum, og sum fegnar vilja hava hjálp.
Tú verður leiðari fyri einum toymi av familjuviðgerum, sum bæði fara at arbeiða inni á stovninum og úti í heimunum hjá familjum. Harumframt fært tú ábyrgd av allari viðgerð og viðurskiftum, sum eru knýtt at Familjutænastuni.
Familjutænastan arbeiðir í tøttum samstarvi við barnaverndartænasturnar, og skal eisini bjóða døgnviðgerð og gera kanningar fyri barnaverndartænasturnar.
Bygnaðarliga er Familjutænastan sjálvstøðug eind undir Barnaverndarstovu Føroya, og tú fert at arbeiða í einum leiðslutoymi saman við leiðaranum og løgfrøðinginum á Barnaverndarstovu Føroya.
Vit vænta, at tú:
• ert útbúgvin sálarfrøðingur ella hevur líknandi útbúgving.
• hevur leiðsluroyndir og kanst tryggja góðskuna í viðgerðini.
• hevur góðar samskiftisførleikar í skrift og talu.
• hevur hug og hegni at menna ein stovn við fyribyrgjandi fyriskipanum.
• trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og at stinga út í kortið viðvíkjandi viðgerðarháttum.
• ert til reiðar at taka truplar avgerðir.
• hevur royndir við at viðgera familjur og børn, sum eru í viðbreknari støðu.
• megnar at samstarva við viðkomandi fakbólkar.
• ert fleksibul og til reiðar at taka eitt eyka tak, tá tað er neyðugt.
• ert tøk/ur, tá starvsfelagar hava tørv á tí.
• dugir at skipa fyri og læra frá tær.
• tolir, at starvsstaðurin er skiftandi, og at arbeiðsuppgávurnar eru tillagaðar tørvinum og fyriskipanum, sum verða settar í verk.
• hevur áhuga í at arbeiða við fosturforeldrum eisini.
• hevur koyrikort.
Vit bjóða tær:
• at samanseta títt egna viðgerðartoymi.
• at gerast partur av einum húsi, har nógvir fakbólkar eru at sparra við og søkja sær ráðgeving frá.
• góðar møguleikar fyri supervisión.
• møguleika at menna tínar fakligu førleikar.
• frælsi at leggja til rættis arbeiðstíð.
Setanartreytir og nærri upplýsingar
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya, á telefon 225696 ella til Onnu Dam, løgfrøðing á Barnaverndarstovu Føroya, á telefon 519082.
Tann, ið verður sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan. Starvssetanin er treytað av, at peningur verður játtaður á fíggjarlógini til Familjutænastuna.
Umsókn saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. oktober 2024 og skal sendast til: ob@bvs.fo, viðmerk: “Umsókn”.
Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Ábyrgdarøkini hjá Barnaverndarstovuni eru í høvuðsheitum at veita ráðgeving og skipa undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið, at skipa og umsita Fosturforeldraskipanina og at umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum. Les meira á bvs.fo.
Fyrisitingarliga liggur Barnaverndarstovan undir Kommunufelagnum.
Barnaverndarstova Føroya heldur til í Kommunuhúsinum í R. C. Effersøesgøtu 26 saman við Kommunufelagnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, SSP-samstarvinum og Listaleypinum.
... Sí meiraSí minni
0 CommentsViðmerk á Facebook
Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Hesin bólkur inniheldur farspor sum eru neyðug fyri at síðan og funkur á síðuni skulu virka. Ongar persónligar upplýsingar vera goymdar.
Farspor sum vit brúka í samband við statistik á heimasíðuni. Tú er vælkomin at góðkenna hesi farspor og hjálpa okkum at gera síðuna enn betri.
Hetta eru farspor sum ikki kunnu bólkast í løtuni. Farspor í hesum bólki royna vit at flyta í røtta bólkanar so hvørt tey vera dagførd.
Farspor sum vit brúka í samband við marknarføring og sum lýsa tíni áhugamál. Hetta kann vera áhugamál so sum tíni keyp, hvat tú hyggur at o.s.v. Hetta ery vanligvís farspor frá Google Analytics, YouTube, Facebook v.m.
Hagfrøðilig farspor sum vit brúka fyri at betra um heimasíðuna. Hetta er farspor sum – dulnevnt og bert hagfrøðiliga, siga okkum hvussu brúkarin ferðast á okkara heimasíðu. Hetta er ein hjálp hjá okkum at betra um síðuna. Tað er ein stór hjálp hjá okkum um tú setir hesi farspor til.
Farspor sum savnar inn upplýsingar um tínar stillingar og val tá tú er á síðuni. Hetta eru td. farspor sum goyma ymiskar funktiónir v.m