Ein av uppgávunum hjá ráðgevingini er at standa á odda fyri fakligari menning í samband við útgreiningar, átøk og nýhugsan um fyribyrging.
Fyri at røkka hesum endamáli verður skipað fyri árligum kveikingardegi. Luttakarir eru øll, ið eru við í tvørprofessionella arbeiðinum í SSP, leiðslur og samstarvsfelagir.
Higartil hevur SSP ráðgevingin staðið fyri 10 kveikingardøgum, ið hevur samlað alsamt fleiri fólk, ið geva SSP arbeiðinum ans.
Á YouTube ber til at síggja nakrar av framløgunum frá kveikingardøgunum tey seinastu árini.