Seinasta trivnaðarkanningin frá 2019 (ummr.fo) vísir, at líka nógv børn og ung í føroyska fólkaskúlanum verða happaði andlit til andlits sum á netinum (11%). Nærum 21% av hesum fáa særandi boð ella myndir sendandi til sín og heili 14% uppliva, at særandi myndir verða sendar runt til onnur av sær. Í Føroyum er tað ólógligt at avmynda persónar av órøttum og deila myndir ella filmar av teimum uttan samtykki (§264 a, §236).
Í hesum sambandi bjóðar SSP átakið “Góðir miðlavanar”, ið er partur av ymsu fyribyrgjandi arbeiðshættunum hjá SSP til børn, foreldur, lærarar og skúlan um, hvussu børn og ung í Føroyum kunnu ferðast á netinum á ein skilagóðan hátt. Her verður dentur lagdur á, at vit øll hava eina felags ábyrgd at tryggja, at okkara børn og ung trívast á netinum og at hetta hoyrir saman við trivnaðinum hjá flokkinum uttan fyri netið.
Teoretiska tilgongdin:
Átakið tekur støði í einari “Børn duga”-tilgongd (Furman 2010; Kongsgaard 2017). Hugskotið aftanfyri tilgongdina er at síggja loysnir fram um forðingar, har flokkurin, í tøttum samstarvi við foreldrini og lærararnar, arbeiða saman um at finna nýggj sjónarmið og nýggjar møguleikar, ið eru við til at styrkja trivnaðin og harvið felagsskapin í flokkinum. Tað vil siga, at dentur verður ikki lagdur á, hvat børn ikki duga, men í staðin á allar førleikarnar børnini longu hava og draga teir fram fyri at meistra teirra lív.