Spælibólkar

Spælibólkar er ein skipan, har skúlin hjálpir næmingum og foreldrum at hittast í jøvnum millumbilum fyri at læra hvønn annan at kenna heima hjá hvørjum øðrum. Børnini og foreldrini hava kanska eina mynd av hvørjum øðrum, sum í summum førum passa væl og í øðrum førum er heilt av leið. Spælibólkar er eitt umhvørvið, har øll hava møguleika at blíva sædd og hoyrd og koma til orðanna og er ein sera góður máti at arbeiða við trivnaði. Skilagott er at nýta hetta frá skúlabyrjan.

Tá børnini verða heintaði, skulu foreldur geva sær stundir til ein drekkamunn.