Undirvísing

Sum týðandi partur av SSP-samstarvinum, bjóðar politiið hesa undirvísning í skúlum kring Føroyar:

 

  1. Ferðslufrálæra (1. flokkur)
  2. Etikkur á netinum (6. flokkur)
  3. Harðskapur og revsiváttan (9. flokkur)

 

Endamálið við undirvísingini er at tryggja, at næmingurin skilir grundarlagið fyri at hava lógir og viðtøkur og at eggja næminginum til at fylgja og liva eftir hesum. Og at stuðla næminginum til at vera føran fyri sjálvstøðugt og ábyrgdarfullt at velja eitt gott lív.

Ferðslufrálæra

Børn hava tørv á vitan og venjing fyri at klára seg í ferðsluni. Umráðandi er, at tey duga mest grundleggjandi ferðslureglurnar. Børn hava nakrar avbjóðingar, tá ið tey ferðast í ferðsluni, tí tey eru smá á vøkstri, hava avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. Eisini hava tey fáar royndir og eru bráðlynt.

Politiið hevur framleitt eina undirvisingarætlan, sum hevur til endamáls at økja kunnleikan um ferðslu, soleiðis at barnið fær eina betri fatan av tí, sum hendir og kann henda.

Undirvísingarætlanin ”ferðslufrálæra” snýr seg yvirskipað um, hvussu børnini kunnu ferðast trygt í ferðsluni. Evnini í undirvísingini snúgva seg millum annað um at ganga tvørtur um ein veg, gonguteigar, gongubreytir, ferðsluljós, endurskin, trygdarbelti og eygnasamband. Politiið bjóðar næmingum í 1. flokki undirvísingina.

Arbeiðsgongdin er, at SSP-politisturin kemur út og tosar við næmingarnar um m.a. at ganga yvir um vegin á gonguteigi og at hava eygnasamband við onnur ferðandi. Teirra menningarstig ger, at tey hava fleiri avbjóðingar í ferðsluni enn vaksin. Tí er endamálið við undirvísingini at børnini skulu skilja, hvussu ein skal hátta sær í ferðsluni, soleiðis at tey eru trygg.

Bílegging og nærri upplýsingar um undirvísingina fáast við at venda sær til SSP-politistin í tínum øki.

Etikkur á netinum

Føroysk børn og ung kenna væl tær ymisku talgildu eindirnar, pallarnar og appirnar og eru dugnaligir internetbrúkarar. Men tey skulu læra at ferðast trygt á netinum og verja seg sjálvi, júst sum í ferðsluni.
Eins og í okkara grannalondum, eru føroysk børn og ung í vanda fyri at vera útsett fyri kriminaliteti á netinum, sum td. grooming. Politiið hevur framleitt eina undirvísingarætlan, sum hevur til endamáls at laða uppundir uppáhaldið um, at lógarbrot eru lógarbrot, líkamikið um tey verða framd online ella offline.

Við undirvísingarætlanini hava SSP politistar fingið amboð til at tosa við børn og ung um at ferðast trygt á netinum. Undirvísingarætlanin ”etikkur á netinum” snýr seg yvirskipað um, at hava góðan atburð á netinum. Evnini í undirvísingini snúgva seg m.a. um at deila myndir og filmsbrot uttan samtykki, vinir tú ikki kennir, happing og hóttanir. Politiið bjóðar næmingum í 6. flokki undirvísingina.

Arbeiðsgongdin er, at SSP politisturin kemur út og tosar við við næmingarnar um at ferðast trygt á netinum. Øll kunnu koma í óføri á netinum og tí er endamálið við undirvísingini, at næmingarnir skulu skilja, hvussu ein skal hátta sær á netinum, soleiðis at tey eru trygg.

Bílegging og nærri upplýsingar um undirvísingina fáast við at venda sær til SSP-politistin í tínum øki.

Harðskapur og revsiváttan

Føroysk børn og ung kenna til hugtakið harðskap og vita, at tað ikki er loyvt at fremja kropsligan harðskap ímóti nøkrum. Men tey skulu læra, at harðskapur kann vera annað enn kropsligur, tí tað finnast fleiri sløg av harðskapi.

Politiið hevur framleitt eina undirvísingarætlan, sum hevur til endamáls at kunna næmingarnar um, hvussu teir kunnu fyribyrgja harðskapi og um rættarligu, persónligu og kensluligu avleiðingunum av eini skeivari avgerð – bæði fyri ein sjálvan og fyri tann órættaða.

Við undirvísingarætlanini hava SSP politistar fingið amboð til at tosa við børn og ung um øll sløg av harðskapi.

Undirvísingarætlanin ”harðskapur og revsiváttan” snýr seg yvirskipað um at hava góðan atburð og at seta mørk. Evnini í undirvísingini snúgva seg millum annað um kropsligan, sálarligan, kynsligan, materiellan og fíggjarligan harðskap. Harafturat fáa næmingar innlit í, hvat ein revsiváttan er og hvat hon kann brúkast til.

Endamálið við undirvísingini er at kunna næmingarnar um grundarlagið fyri at hava lógir og viðtøkur og at eggja næmingunum til at fylgja og liva eftir hesum. Politiið bjóðar næmingum í 9. flokki undirvísingina.

Arbeiðsgongdin er, at SSP politisturin kemur út og tosar við næmingarnar um harðskap og revsiváttan. Tosað verður um harðskap í breiðastu merking og um hvussu ein kann fyribyrgja harðskapi. Eisini verður greitt frá, hvat ein revsiváttan er og hvat hon kann brúkast til.

 

Bílegging og nærri upplýsingar um undirvísingina fáast við at venda sær til SSP-politistin í tínum øki.