Sum týðandi partur av SSP-samstarvinum, bjóða barnaverndartænasturnar í Føroyum hesa undirvísing í fólkaskúlanum:
- Sára og Aleks (6. flokkur)
Sum týðandi partur av SSP-samstarvinum, bjóða barnaverndartænasturnar í Føroyum hesa undirvísing í fólkaskúlanum:
Sára og Aleks er ein handbók og tveir filmar, ið vísa støður, har børn kunnu hava tørv á hjálp og stuðli. Endamálið er, at næmingar fáa vitan um nær talan er um vansorgan og ikki, um teirra rættindi til tryggan uppvøkstur og nær tað kann verða viðkomandi at fráboða og seta seg í samband við barnaverndartænastuna. Tilfarið leggur dent á opinleika og trygt samskifti, samt orðaskifti um tvístøður og møguligar loysnir.
Ígjøgnum skúlaárið verður skipað fyri vitjanum millum skúlar og barnaverndartænastuna í økinum. Tað eru starvsfólk úr barnaverndartænastuni, ið undirvísa í “Sára og Aleks”, har eisini SSP-lærari ella annar lærari er til staðar. Næmingar fáa sostatt høvi at heilsa uppá SSP-umboð fyri sosialu myndugleikan í teirra øki og fyri skúlan.
Dentur verður lagdur á, at næmingar í flokkinum fáa innlit í, hvussu barnaverndartænastan kann hjálpa, um tørvur er á tí.

Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Hesin bólkur inniheldur farspor sum eru neyðug fyri at síðan og funkur á síðuni skulu virka. Ongar persónligar upplýsingar vera goymdar.
Farspor sum vit brúka í samband við statistik á heimasíðuni. Tú er vælkomin at góðkenna hesi farspor og hjálpa okkum at gera síðuna enn betri.
Hetta eru farspor sum ikki kunnu bólkast í løtuni. Farspor í hesum bólki royna vit at flyta í røtta bólkanar so hvørt tey vera dagførd.
Farspor sum vit brúka í samband við marknarføring og sum lýsa tíni áhugamál. Hetta kann vera áhugamál so sum tíni keyp, hvat tú hyggur at o.s.v. Hetta ery vanligvís farspor frá Google Analytics, YouTube, Facebook v.m.
Hagfrøðilig farspor sum vit brúka fyri at betra um heimasíðuna. Hetta er farspor sum – dulnevnt og bert hagfrøðiliga, siga okkum hvussu brúkarin ferðast á okkara heimasíðu. Hetta er ein hjálp hjá okkum at betra um síðuna. Tað er ein stór hjálp hjá okkum um tú setir hesi farspor til.
Farspor sum savnar inn upplýsingar um tínar stillingar og val tá tú er á síðuni. Hetta eru td. farspor sum goyma ymiskar funktiónir v.m