SSP bjóðar

SSP bjóðar ymisk átøk í skúlum, ið taka støði í dagliga arbeiðinum um, hvat vit vita tørvur er á. Evnini hava verið grundleggjandi fyri, hvussu SSP hevur ment seg, síðan SSP fór til verka í 2008. Støði verður tikið í evidensgrundað vitan um, hvat riggar tá talan er um fyribyrging. Neyðugt er grundleggjandi at seta seg fyri at styrkja lívsførleikarnar hjá børnum og ungum. Tá grundarlagið er til staðar, er sannlíkindi fyri at røkka fleiri í tí uppbyggjandi tilgongdini.