Ástøði

Í fyribyrgjandi arbeiðinum hevur tað týdning at arbeitt verður eftir einum yvirskipaðum leisti. Rákið seinastu 10 árini er, at dentur skal leggjast á ta uppbyggjandi tilgongdina, har heilsufremjan, lívsgóðskan og lívsmeistran eru nøkur av lyklaorðunum. Gransking vísur á, at tað er neyðugt at vita nær ein arbeiður á ymiskum økjum.

Uppbyggjandi fyribyrging og heilsufremjan. Øll børn, ung og foreldur.

“Vit vita, at skipanir, ið venda sær til øll, geva bestu úrslit”

– Magni Mohr, professari í heilsuvísund og formaður í Fólkaheilsuráðnum

Heinta frágreiðing um uppbyggjandi fyribyrging og heilsufremjan sum PDF:

“SSP’s opgave er at være lokalt ansatte velfærdskonsulenter i forhold til børn og unge (minus ni måneder til og med 24 år) Overordnet med henblik på trivsel og inklusion med særligt  henblik  på forebyggelse  af risikoadfærd”

– Flemming Balvig, retssociolog á Københavns Universitet

Danski stovnurin Det Kriminalpræventive Råd hevur ment ein fyribyrgingarmyndil, sum skal lýsa ta torgreiddu heild, ið má vera støði undir royndunum at fyribyrgja kriminaliteti. Tað hevur gjøgnum tíðina verið ógvuliga ymiskt, hvussu fólk, ið virka á hesum øki, hava uppfatað og Tað er sostatt ikki nóg mikið bara at gera átøk, sum eru kriminalitetsfyribyrgjandi, tí so verða vit ofta ov sein á sjóvarfallinum. hugsað um kriminalitetsfyribyrging, alt eftir fakligum støði, arbeiðsuppgávu ella øðrum.

Fyribyrgingarmyndilin er eitt boð á eitt felags fatanargrundarlag at samskifta út frá, tá ið fleiri aktørar við ymiskum fortreytum hittast og skifta orð um ætlanir og íverksetan av átøkum, sum hava til endamáls at fyribyrgja kriminaliteti.

 

Soleiðis verður myndilin brúktur

Myndilin kann gera tað lættari at fáa eina felags fatan sum støði undir teimum fakligu viðgerðunum, sum alla tíðina fara fram innan SSP. Eitt nú um, hvussu tey ymisku átøkini skulu raðfestast, hvør faklig umhugsan skal vera grundarlag undir einstøku átøkunum o.a.

Myndilin lýsir tørvin á at fáa tey trý stigini at hanga saman – tey uppbyggjandi átøkini skulu styðja upp undir tey fyribyrgjandi átøkini, sum skulu styðja upp undir tey kriminalitetsfyribyrgjandi átøkini.

Tað er sostatt ikki nóg mikið bara at gera átøk, sum eru kriminalitetsfyribyrgjandi, tí so verða vit ofta ov sein á sjóvarfallinum.

 

Uppbygging

Hugtakið uppbygging merkir tey átøk, sum snúgva seg um:

at skapa øllum í samfelagnum góð, trygg og mennandi kor.

Henda breiða allýsing fatar um tey átøk, sum styrkja bæði samfelagið og tann einstaka grundleggjandi. At hugtakið er niðast í myndlinum lýsir, at tey uppbyggjandi átøkini eru grundarsteinarnir undir fyribyrgingararbeiðnum. Tað kunnu vera politisk, umsitingarlig ella privat átøk, sum kunnu vera landsumfatandi ella lokal.

Átøkini á uppbyggingarstiginum kunnu í størri ella minni mun hava kriminalitetsfyribyrgjandi árin, men grundgevingin fyri teimum er sjáldan tann, at tey eru kriminalitetsfyribyrgjandi. Grundgevingin fyri átøk á hesum stiginum er fyrst og fremst tann, at tey hava almennan týdning og eru gagnlig fyri øll.

Trivnaður - Rasmus Alenkær

Trivnaður í skúlanum er ein týdningarmikil liður í at tryggja, at okkara børn og ung koma væl undan. Rasmus Alenkær, PhD, rithøvundur og fyrilestrarhaldari, hevur í hesum sambandi arbeitt tey seinastu árini við at menna ein trivnaðarfrymil, ið tekur støði í trimum arbeiðsmálum:

  1. Hvussu skapa vit frið?
  2. Hvussu skapa vit tryggleika?
  3. Hvar skal fokus vera?

 

Fyri tað fyrsta vísir gransking á økinum, at larmur og ófriður er tað, ið kann ávirka skúladagin hjá næmingunum mest. Tí skulu vit leggja nógvan dent á at arbeiða við at avmarka órógv mest møguligt, ið kann ávirka undirvísinginargongdina.

Fyri tað næsta skulu vit arbeiða við samstarvinum millum børnini – bæði til hvønn annan, men eisini til tey vaksnu á skúlanum. “Trygg børn læra best”  – og tryggleiki í skúlanum byrjar við einum lærara, ið er ein viðurkennandi, umsorganarfullur og týðiligur leiðari í felagsskapinum í flokkinum.

At enda skulu vit vera meira forvitin um næmingarnar og teirra evni til at loysa uppgávur. Spurningurin er her, hvar fokus skal vera? Nøkur børn hava brúk fyri fokus á teirra fakligu førleikum, meðan aðrir hava meira brúk fyri fokus á teirra sosialu førleikum. Teir flestu hava brúk fyri fokus á báðum.

Við at arbeiða og røkka hesum trimum málum í skúlanum røkka vit eisini ynskta tørvin á trivnaði hjá børnum og ungum í føroyska samfelagnum.

Til ber at lesa meira um frymilin og arbeiði við trivnaði á heimasíðuni hjá Rasmus Alenkær.

Vælkomin til samspælið

Ein leið til foreldrasamstarv, samrøður, avtalur og netkervi.

Longu frá byrjan hevur tað havt týdning í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá SSP, at foreldrini síggja virðið í foreldrasamstarvinum og tosa um seg og síni børn. Innlit í støðuna hjá hvørjum øðrum fremur eina felags fatan av, hvussu børnini og tey ungu trívast. At lata foreldrini sleppa til orðanna, sleppa vit bundnu kraftina leysa.

Endamálið við Samspælinum er sostatt at hjálpa foreldrunum at tosa saman um týdningarmiklar støður í gerandisdegnum hjá børnunum í skúlum, á dagstovnum og í frítíðarskúlum. Tilfarið er úr Danmark, ið Dansk Kriminalpræventive Råd hevur givið út.

Í spælinum verður dentur lagdur á tey evnini, sum hava nógv at týða fyri foreldrini, og sum gevur teimum møguleika at samskifta við hini í foreldrabólkinum á ein jaligan hátt. Á henda hátt verður eisini størri trivnaður og tryggleiki skaptur hjá børnunum.

Ætlanin við samspælinum er serliga at fáa í lag eitt orðaskifti millum foreldrini, og tað er ikki so umráðandi, at foreldrini eru so samd í øllum.

Samspælið er eisini eitt gott høvi til at gera felags avtalur, sum kunnu stuðla trivnaðin hjá børnunum og til at fáa foreldrini at samskifta.

Tilfarið er framleitt í samstarvi við

                         

Børn hava rætt til eitt gott lív

Tak vandatekin í álvara

Fakfólk hava eins og onnur skyldu at boða barnaverndartænastuni frá, tá ið tey eru stúrin um eitt barn. Dygg og munagóð hjálp í tøkum tíma kann byrgja fyri álvarsligum inntrivum seinni í uppvøkstrinum.

Faldarin “Børn hava rætt til eitt gott lív” setur sjónareykuna á fráboðarnarskylduna hjá fakfólki. Her eru nógvar hentar vegleiðingar um, hvussu ein skal bera seg at.

“TÍTT” er eitt amboð fyri at síggja trivnaðin hjá børnum og leita upp børn og ung í viðkvomum støðum. Faldarin er eitt arbeiðshefti, ið hevur nágreiniligar arbeiðsgongdir.