Endamálið við SSP-samstarvinum er at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk. Harumframt at savna og samskipa fyriskipanir, sum fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung, og sum hava eina mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum. Tá ið skipað verður fyri mennandi og uppbyggjandi átøkum, so verður eisini fyri hesar aldursbólkar slóðað fyri einum góðum barna- og ungdómslívi.
Ásannandi og grundað á fólkaræðisliga hugsan, at lívsførleikar okkara verða mentir í felagsskapi við onnur, verður dentur lagdur á, at øll børn og ung verða partur av mennandi felagsskapum, har tey knýta sosial sambond og ogna sær treysti og mótstøðuføri sum grundleggjandi førleikar at taka ábyrgd og virka í nútíðarinnar samfelagnum. Hetta er samstundis besti hátturin at byrgja fyri eini óhepnari kós, sum kann elva til lógarbrot og skaðandi atburð millum børn og ung.
Almenningurin hevur eina sera týðandi leiklut í SSP-samstarvinum, og tí er virksemið eisini ætlað foreldrum og øðrum, ið hava samband við barnið og tann unga.