Skiftið frá barnalívið til ungdómslívið er ein týðandi yvirgongd í lívinum. Hetta er somuleiðs ein tíð, har vinir, og tey tú ert saman við, hava størri týdning enn foreldrini. Í fyribyrgjandi arbeiðinum skal arbeiðast miðvíst við at fremja hugburðin um tað góða lívið. At ein og hvør hevur ábyrgd fyri egnum gerðum. Ein týðandi táttur er fatanin av sosiala lívinum og upplivingar, ið javnaldrarnir halda vera rættar.
Vit arbeiða í hádeildum út frá sjónarmiðinum um eitt virkið og rúsfrítt ungdómslív. Vit viðgera talgilda heimin, vinarlag og brúka venjingar, ið kveikja næmingarnar, við at leggja upp til orðaskifti um hugburð og atburð. Tað góða lívið gevur meining.