Tryggari internetdagur setti sjóneykuna á happing á netinum fyri allar næmingar í hádeild við Tjarnir í ár
8. oktobur 2025 varð skipað fyri árliga altjóða Tryggari internetdegnum, sum í ár setti sjóneykuna á happing á netinum. 1110 næmingar í hádeild frá ymsum skúlum í landinum luttóku við Tjarnir, meðan fleiri hundrað stroymdu beinleiðis.
Happing á netinum er ein afturvendandi avbjóðing sigur SSP. Seinasta trivnaðarkanningin fyri fólkaskúlar í Føroyum frá 2023 vísti millum annað, at 11% kenna seg happaði á netinum.
Tí bleiv happing á netinum valt sum ársins evni til Tryggari internetdagin í ár.
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum.
Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, skúli, sosialir myndugleikar og politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-17 ár.
– Eg havi lært, at happing kann oyðileggja lívið, sigur 15 ára gamla Hjørdis Vang Joensen úr Sørvágs skúla.
– Vit fáa sett fokus á nakað, sum bert fá vilja tosa um, sigur ein annar skúlanæmingur, sum luttók á evnisdegnum.
Sí innslag í Degi og viku:
Les meira um Tryggari internetdag á tid.fo.








