9. flokkur í Vestmanna skúla vann kappingina, ið skipað varð í smb. v/ Tryggari Internet Degnum 2024!
Í ár hevur evnið verið “Talgildur harðskapur” og í hesum sambandi gjørdu næmingarnir í 9. flokki í Vestmanna skúla stuttfilmin “Eg vil bara sleppa at droyma”, ið lýsir álvarsomu og veruleikakendu evnini, lokking og kynslig avnoyðsla. Filmurin vekir nógvar kenslur og tankar hjá hyggjaranum, og boðskapurin er greiður.
Filmurin lýsir hvussu lokkan (grooming) kann fara fram á netinum, hvussu skjótt støðan kann broytast og at tað kann vera torført at siga frá. Filmurin er bæði væl tillagaður, høvuðsleiklutur væl spældur og filmurin lýkur krøvini um floksluttøku. Sera flott avrik!
Filmurin verður tøkur í næstum á www.TID.fo.
9. fl. úr Vestmanna skúla fekk handað 20.000 kr. frá SSP, Nema og Føroya Tele, fyri teirra flotta avrik.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við vinninginum!
Nógv uppskot komu inn, bæði videoløg og fleiri stuttfilmar, og tað gleðir okkum, at so góð undirtøka hevur verið kring landið. Vit gleða okkum til kappingina “Tryggari Internet Dagur 2025”, við nýggjum høvuðsevni.