Í dag savnaðust 730 ung í høllini á Hálsi fyri at læra um vitlíki. Endamálið er, at tey kunnu ferðast trygt á netinum, sigur Súsanna í Króki, sum er er SSP-ráðgevi.
Hoyr alla sendingina hjá KVF her.
Vitlíki – snilt, men er tað altíð snilt? Tað var spurningurin, tá 730 næmingar úr hádeild savnaðust í Høllini á Hálsi í dag.
Tað hevur týdning, at tey ungu læra um nýggju tøknina, um tey skulu ferðast trygt á netinum, sigur Súsanna í Króki, sum er er SSP-ráðgevi.
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum teir fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum, og tað stendur fyri “Skúli”, “Sosialir myndugleikar” og “Politi”.
Góð ráð til foreldur
Tað kann tykjast torskilt hjá foreldrum at seta seg inn í sosialar miðlar og ta tøkni, sum er grundarlagið undir sosialu miðlunum.
Tað finst kortini nógv hjálp og nógvar vegleiðingar á netinum. Til ber at lesa meira her:
https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/
SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp
https://skole.redbarnet.dk/materiale/boerns-digitale-liv/