Sum flest tykkara vita, so er vælumtókta SSP-årsmøde flutt til 18.-20. mars 2025 í Hotel Nyborg Strand.
Luttøkan úr Føroyum hevur verið serstakliga góð seinastu árini og vit vóna, at somuleiðis verður í ár. So komi endiliga við!
Vit fylgjast altíð saman, heilt frá flogvøllinum í Vágum til hotellið og heim aftur. Tí eru tit hjartaliga vælkomin at boða SSP-ráðgevingina frá, um tú/tit fara.
Sum undanfarnu árini verður tað sera hugnaligt og kveikjandi fyri okkara fyribyrgjandi arbeiði.
Í ár er evnið “Motivatión” fyri at seta sjóneykuna á at kveikja børn og ung at halda seg burtur frá og minka um nýtsluna av rúsevni og alkohol. Á breddanum verður sostatt, hvat kann kveikja og hjálpa børn og ung til at velja eitt trygt og gott ungdómslív framum eitt við vandaatferð.
Til ber at melda tykkum til á heimasíðuni hjá SSP-samrådet her:
(Freistin at melda seg til er 5. desembur 2024!)
Niðanfyri sæst felagsmyndin frá SSP-årsmøde í fjør, tá 15 umboð í SSP-samstarvinum í Føroyum vóru við.