TÍTT

Børn hava rætt til eitt gott lív

í hesum bóklingi er TÍTT eitt hent amboð at síggja børn í viðkvæmari støðu, har dentur verður lagdur á trivnað. Við skipaðum arbeiðshættum og mannagongdum ber til at fáa yvirlit yvir børn og ung í grønari, gulari ella reyðari støðu. Hetta merkir, at støðurnar kunnu broytast. Somuleiðis eru skipaðar mannagongdir, tá børn flyta frá einum staði til annað, t.d. frá heimi til vøggustovu, frá vøggustovu til barnagarð og frá barnagarð til skúla. Í øllum hesum eru foreldrini tann ómissandi samstarvsfelagaðin.

Trýst á myndina fyri at heinta bóklingin

Royndarverkætlanin TÍTT – tiltøk í tøkum tíma

-Ein støðulýsing á heysti 2016.

TÍTT hevur sín uppruna í danska TOPI (tidlig opsporing og indsats), ið Socialstyrelsen í Danmark hevur tikið stig til.

Føroyska royndarverkætlanin brúkti tilfar frá Viborg kommunu.

Royndarverkætlanin 2015-2016.

Í Hvannasunds kommunu, Eysturkommunu og Runavíkar kommunu.

Hvat gera vit, tá vit ikki røkka á mál? – tak vandatekin í álvara

Tá ein námsfrøðingur ella onnur, ið hava tætt samband við børn halda, at eitt barn og familjan tørvar hjálp, kann Barnaverndartænastan fáa boð um hetta. Dygg og munagóð hjálp í tøkum tíma kann byrgja fyri álvarsligum inntrivum seinni í uppvøkstrinum, og tí eigur tú at tosa við tínar starvsfelagaðar og Barnavernduartænastuna um støðuna.