Byrjanarsamrøðan

Tá eitt barn byrjar á dagstovni, hevur tað týdning at byggja upp eitt munagott samstarv millum starvsfólk og foreldur. Fyribyrging skal gerast í friðartíð og er byrjanarsamrøðan ein hentur arbeiðsháttur at fáa innlit í, hvør familjan og barnið er. Við hesari samrøðuni er gott grundarlag fyri at hjálpa barninum, tá okkurt bagir, í tøttum samstarvi við foreldrini.

Tilfarið kann nýtast sjálvstøðugt og er stuðlað við vegleiðingum. Vit mæla til, at tilfarið verður væl gjøgnumgingið, áðrenn tilfarið verður tikið í nýtslu.

Nærri kunning fæst frá SSP-ráðgevingini.

Trýst á myndirnar fyri at heinta tilfar

Vegleiðing til byrjanarsamrøðuna
Byrjanarsamrøðan