Samstarvssamrøðan

Samstarvssamrøðan byggir á arbeiðsháttin í Byrjanarsamrøðuni, ið hevur til endamál at styrkja samstarvið millum starvsfólk og foreldur í skiftinum frá dagstovnaøkið til skúlaøkið. Samstarvssamrøðan er tillagað sum partur av eini royndarverkætlan, í 2022 í samstarvi við Stranda skúla, SSP og trivnaðarráðgevan hjá NÁM.

Tilfarið er ætlað sum íblástur og stuðul til samrøðuna, heldur enn ein fastur svarlisti. Endamálið er at byrgja fyri møguligum trupulleikum, við at styrkja samstarv og skapa eina smidliga brúgv millum dagstovnaøkið og skúlaøkið. Tillagingar eru gjørdar við atliti at stuðla undir samstarvið um barnið fyrstu skúlaárini. Samstarvssamrøðan fevnir um viðkomandi upplýsingar um viðurskifti hjá og kring barnið, netverk og væntanir til skúlan.

Samstarvssamrøðan er tillagað av Marin G. Petersen og Jóhonnu Andreasen.

Samstarvssamrøðan kann nýtast sjálvstøðugt og til ber at nýta vegleiðingina til Byrjanarsamrøðuna, at styðja seg eftir. Vit mæla til, at tilfarið verður væl gjøgnumgingið, áðrenn tilfarið verður tikið í nýtslu.

Nærri kunning fæst frá SSP-ráðgevingini.

                           Trýst á myndirnar fyri at heinta tilfar