“Tað er týdningarmikið, at foreldur tosa við síni børn um myndadeiling, tí nógv børn og ung velja ikki at fortelja teimum vaksnu, um myndir verða deildar runt av teimum við ótta fyri, at foreldrini verða kedd ella bangin – og enda soleiðis við at taka ábyrgdina á seg sjálvan, í staðin fyri at leggja hana á foreldrini.” – Soleiðis segði Súsanna í Króki, Verkætlanarleiðari í SSP, í Degi og viku 9. oktober í samband við, at løgreglan arbeiðir við einum máli um barnapornografiskt filmsklipp, sum herfyri var í umferð á sosialu miðlunum.
Tá tú sendir video ella myndir víðari av øðrum fólkum, skalt tú hava loyvi til tað frá tí persóninum, sum er á myndini. Hóast lógin sigur hetta, so hendir tað kortini, at privatar myndir ella videoupptøkur av fólki enda í umferð á sosialu miðlunum.
Herfyri ávaraði løgreglan um at deila slíkar myndir, eftir eina ítøkiliga hending av hesum slagi. Løgreglan væntar at vera komin til botns í hesum málinum um ársskiftið.
Hoyr meira um kjakið her: