Kom við til ársins Kveikingardag.
So kom við til ráðstevnuna hjá SSP Kveikingadagur 2026 har vitan og íblástur innan fyribyrging er á breddanum.
Kveikingardagurin er dagurin, har vit hittast tvørtur um geirar við tí máli, at vit í felag kunnu gera okkara til, at børn og ung trívast í Føroyum.
Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkinum, politikarum og øðrum áhugaðum.
Evnið ið er karmur um kveikingardagin er: Motivatión í roynd og veru!
Vit forvitnast og kanna nærri ymiskar mátar at arbeiða fyribyrgjandi og motiverandi.
Hvat skal til fyri at hjálpa børnum og ungdómi til betri trivna og menning ? Hví kann tað viðhvørt kennast sum, at onki riggar, ella sum um tey als ikki ynskja broyting ella virka motiveraði ? Hava vit tá veruliga roynt alt og hvussu er egin drívmegi ?
Hvønn leiklut spælir sjálvstamarhald og vitsevni, og ber til at arbeiða við hesum hugtøkum ? Hettar er nakað av tí vit royna at blíva klókari uppá til Kveikingardagin 2026.
Tekna teg til á Atgongumerki.fo.
So kom við til ein kveikjandi dag, hoyr nærri um ymisk sjónarmið innan fyribyrging, sum hava týdning fyri tað góða barna- og ungdómslívið. Í fjør varð útselt, og vóna vit enn einaferð at undirtøkan verður eins góð í ár.
Nær: Mikudagin 18. Februar 2026 kl. 9:00 – 15:15
– skráseting og morgunmatur frá 8:15 – 9:00
Hvar: á Hotel Føroyum
Prísur: 475 kr.







