Nú dómur er í stóra lokkingarmálinum, mugu vit tíanverri staðfesta, at tað er ikki revsingin, ið fyribyrgir.
Undan arbeiðinum at snikka lógaruppskot til, hevði SSP-ráðgevingin longu lagt til rættis tiltakið “Tryggari Internetdagur 2024” og ásett evnið ”Talgildur harðskapur” við undirevnunum grooming, stalking og scamming.
Týdningarmesti parturin í fyribyrging av vandastøðum á netinum er, at vit vaksnu eru varug við hvar børn og ung ferðast á netinum, hava tey aldur til ymisku sosialu miðlarnar, og samstarva um upplýsing og frálæru um vansar á netinum. Vit síggja oftari børn niður í 7 ár, brúka Snapchat, Tiktok og youtube, har viðmælti aldur er 13 ár, umframt at tey nýta spøl við chatfunktionum. Børn og ung eru eyka sárbar, tí tey eru impulsiv, og hava ikki neyðugu førleikarnar at vita avleiðingar av sínum gerðum. Tí hava tey tørv á vegleiðing og hjálp frá vaksnum.
Í samstarvi kunnu SSP-ráðgevingin, SSP-lærarar, flokslærarar og ikki minst foreldur, samstarva um talgildisbúgving til børn og ung á ymiskan hátt, men tó í felag.
Nøkur ítøkilig ráð:
- Í samráð við barnið: Ger greiðar avtalur, heldur enn forboð ( um slag av miðlum, spøl, PEGI aldursmark og ásetta tíð).
- Hjálp barninum við privat-stillingum (deaktivera chatfunktionir, avmarka vinarumbønir).
- Lær barnið ikki at deila persónsupplýsingar ella at góðkenna vinarumbønir frá fremmandum.
- Vís áhuga og setið tykkum inn í tey spøl og teir sosialu miðlarnar, ið tey nýta (spyr barnið).
- Bjóða inn til prát um hvat hendir á netinum, um útihýsan og happing gongur fyri seg og hvønn barnið samskiftir við.
- Viðurkenn at talgildir felagsskapir hava eins stóran týdning, sum veruliga lívið. Børn skilja ikki í millum hesi fyribrigdi og vilja vera partur av felagsskapinum.
- Fortel og vís barninum, at tað altíð kann koma til tín, um okkurt hendir á netinum, eisini um tað hevur gjørt okkurt tað angrar ella visti tað ikki skuldi gjørt.
- Tryggjað javnvág hjá barninum. Svøvnur, skúli, ymisk vinaløg, frítíðarvirksemi, tíð saman í familjuni o.a.m.
- Varnast um barn títt broytir atburð ella fær løgnan atburð á netinum, fjalir skíggjan ella telefonina o.s.fr.
- Finn góð ráð og vitan á sletdet.dk, scammed.dk og medieraadet.dk