Síðani SSP fór at virka i fjør, hevur miðvíst verið arbeitt við at seta SSP- arbeiði ítøkilig mál. Hetta tíðarskeiðið hevur eisini verið merkt av, at fáa eina nýggja skipan at virka millum nógv fólk og ymiskar stovnar, ið ikki hava eina siðvenju at arbeiða saman.
SSP-ráðgevingin er umboðað á flestu skúlum í landinum, tað vil siga, at samanlagt snýr tað seg um áleið 6.000 næmingar. Stóra avbjóðingin er, at leiðsla og skúlastýri fáa innlit og taka undir við arbeiðinum, so hetta ikki liggur einsamalt á SSP- læranum og teimum, ið eru við í SSP-arbeiðinum. SSP-ráðgevingin hevur haft fleri framløgur fyri skúlastýrum og hevur sum mál at røkka øllum skúlastýrum í heyst.
Á fundi í SSP-leiðslubólkinum 10. september 2010, var SSP- stevnan UNG & RÚS OG FORELDRANETVERK samtykt. Sí við- hefta skjal. Í politiska leiðslubólkinum eru aðalstjórarnir fyri Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið, for- mennirnir fyri Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunu- felag og Føroya Landfúti.
Fyri at tryggja teimum, ið skulu arbeiða við stevnuni, verður arbeitt við at útvega hóskandi tilfar. “Rúsdrekkaprát”er undirvísingartifar, ið hevur sín uppruna í Svøriki og arbeitt verður við at umseta og tillaga tilfarið til føroysk viðurskifti. Eisini verður arbeitt við at gera spurnarkanning um vanar hjá teimum ungu. Henda kanning verður gjørd umvegis alnótina og til ber at lesa svarini beinanvegin.
Somuleiðs verður arbeitt við at framleiða “Samspælið”, ið
er tilfar, sum skal brúkast til at menna foreldranetverk. Hetta
er nýggjasta tilfar úr Danmark, ið Dansk Kriminalpræventiv Råd hevur givið út. Fyri at tryggja at tilfarið hevur neyðuga undirtøku, hava økisbólkarnir fingið innlit og kunning um tilfarið.
Havast skal í huga, at SSP hevur sum endamál byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava fyribyrgjandi og mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum.
Fyri at halda fast í hesum stevnumiði, verður skipað fyri árliga SSP- KVEIKINGARDEGNUM fríggjadagin 5. november 2010
kl. 8:30 – 15:30 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ætlað teimum, sum eru við í økisbólkunum, leiðslunum og ørðum í samstarvinum. Nærri boð, við skrá og tilmelding verður sent eftir heystfrítíðina.
Vónandi hevur tú fingið ein lítlan feril av, hvar leiðin gongur
við SSP. At arbeitt verður áhaldandi at røkka arbeiðssetninginum at fyribyrgja og minka um tey fyribrigdi, ið elva til kriminalitet
og skaðandi atburð millum børn og ung.
Óli Rubeksen, SSP-Ráðgevi