At Ferðast á Netinum er eitt undirvísingartilfar til tín sum lærari, ið vil undirvísa og vegleiða næmingum í talgildisbúgving innan seks viðkomandi tættir: Ábyrgdarringarnir, Picture Perfect, Trygg loyniorð, Orð hava vald, Happing á netinum og At finna javnvág í mínari miðlanýtslu.
At reika á netinum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá flest øllum, bæði børnum og vaknsum. Hetta setur krøv til skilagóðan atburð, og hvussu vit tryggja okkara privatlív.
Í tilfarinum er ein heimasetningur til hvørt evni, ið næmingar kunnu gera saman við foreldrum/vaksnum.
Harumframt hoyrir ein krabbagágga til tilfarið, ið næmingarnir kunnu brúka saman við floksfelagum, foreldrum, vinum osfr. Henda krabbagággan er góð at brúka til eitt prát um lívið á netinum, har nakrir viðkomandi spurningar verða settir.
SSP