Heftið Talgilt samskifti í skúlanum hevur til endamáls at hjálpa hvørjum einstøkum skúla í gongd við eitt samskifti um talgildan trivnað og virðir skúlans í samband við netmiðlanýtsluna hjá børnum og vaksnum.
Í heftinum eru nøkur tvístøðukort, ið kunnu vera grundarlag undir arbeiðinum í ymisku eindunum í skúlanum: leiðslutoymi, skúlastýri, starvsfólk, næmingar og foreldur.
Í heftinum eru uppskot til arbeiðshættir, so bæði leiðsla, skúlastýri, foreldur, næmingar og lærarar kunnu vera við í tilgongdini, og samskiftið soleiðis gongur millum hesar bólkar. Meira tilfar er at finna á digitaldialog.dk