Knýta bond og skíggjanýtsla

SSP bjóðar øllum skúlum foreldrafundin “Knýta bond og skíggjanýtsla” í byrjanardeild. Fundurin hevur til endamáls at skapa eitt rúm, har foreldrini í einum flokki hittast – møguliga fyri fyrstu ferð – og fáa møguleika at knýta bond millum sín við at skifta orð um teirra børn og trivnað.

Somuleiðis fáa foreldur høvi til at samskifta um skíggjanýtsluna hjá børnunum, ið gerast yngri og yngri brúkarar av talgildum miðlum. Nógv foreldur ivast, um tey skulu geva barninum eina telefon, tá tað byrjar í skúla, og á foreldrafundinum fáa tey møguleika at deila áskoðanir, hugskot og rammur um hetta.

Ofta settir spurningar til foreldrini í bólkum:

Hvussu trívist mítt barn?
Hvønn týdning hevur trivnaður í flokkinum hjá mínum barni fyri meg?
Hvørjar miðlar brúkar mítt barn og hvørjar meiningar havi eg um teir?
Hvat kann eg/vit sum foreldur gera fyri at styrkja trivnaðin í flokkinum?

Málbólkur: Byrjanardeild. Longd: Ein hálvan skúlatíma um dagin við næmingunum og tveir tímar foreldrafund um kvøldið. Mannagongdin: 1. Flokslærarin og SSP-lærarin velja og samskipa tiltakið á skúlanum. 2. Foreldrafundurin verður skipaður í samstarvið við foreldrabólkin. 3. SSP-lærarin ger avtalu við SSP-ráðgevingina.

Arbeiðsgongdin er, at SSP-ráðgevingin kemur út at hitta næmingarnir fyrr um dagin fyri at fáa vitan um teirra fatan av trivnað, bæði uttan fyri netið og á netinum. Hetta verður síðani borið fram á felags foreldrafundinum seinni um kvøldið. Endamálið er at styrkja samstarvið millum foreldrini um, hvussu tey saman kunnu styrkja trivnaðin og felagsskapin í flokkinum, eisini í einum talgildum høpi.

Bílegging og nærri upplýsingar um foreldrafundin fáast við at venda sær til SSP-ráðgevingina.

Tilfar