Seinasta trivnaðarkanningin frá 2023 (Fróðskaparsetur Føroya) vísir, at 11% børn og ung í 5., 7. og 9. flokki verða happaði á netinum. Harumframt verða 7% hótt á internetinum ella í fartelefonini og heili 11% hava fingið særandi myndir/filmar sendar til sín av øðrum, meðan 10% hava upplivað, at særandi myndir/filmar av teimum sjálvum eru sendar víðari til onnur. Í Føroyum er tað ólógligt at avmynda persónar av órøttum og deila myndir ella filmar av teimum uttan samtykki (§264 a, §236).
Í hesum sambandi bjóðar SSP átakið “Góðir miðlavanar”, ið er partur av ymsu fyribyrgjandi arbeiðshættunum hjá SSP til børn, foreldur, lærarar og skúlan um, hvussu børn og ung í Føroyum kunnu ferðast trygt á netinum. Her verður dentur lagdur á, at vit øll hava eina felags ábyrgd at tryggja, at okkara børn og ung trívast á netinum og at hetta hoyrir saman við trivnaðinum hjá flokkinum uttan fyri netið.
Teoretiska tilgongdin:
Átakið tekur støði í einari “Børn duga”-tilgongd (Furman 2010; Kongsgaard 2017). Hugskotið aftanfyri tilgongdina er at síggja loysnir fram um forðingar, har flokkurin, í tøttum samstarvi við foreldrini og lærararnar, arbeiða saman um at finna nýggj sjónarmið og nýggjar møguleikar, ið eru við til at styrkja trivnaðin og harvið felagsskapin í flokkinum. Tað vil siga, at dentur verður ikki lagdur á, hvat børn ikki duga, men í staðin á allar førleikarnar børnini longu hava og draga teir fram fyri at meistra teirra lív.