SSP-ráðgevingin og Barnaverndartænastan koma at halda fyrilestur um týdningin av almennari fyribyrging og fráboðanarskylduna. So, ert tú limur í Føroya Pedagogfelag, kom so við!
Hjálparfólkaráðið skipar fyri tiltakinum, saman við Leiðara- og Námsfrøðingaráðnum, ið verður hildið í Skótahúsinum við Løkin kl. 18:00.
Til ber at lesa meira og melda tykkum til á Limatiltak í Skótahúsinum við Løkin 28. nov. kl. 18.00 – Føroya Pedagogfelag