Vinnari av Tryggari Internet Degnum 2020
Í ár gjørdist Nám X tann stóri vinnarin av Tryggari Internet Degnum og fekk 20.000 kr fyri teirra uppskot.
Næmingarnir á miðlabreytini gjørdu bæði ein film um teldusníkar, eina plakat um at keypa á netinum og ein sang um at ansa sær á netinum, í samstarvi við Marius DC.
Vit ynskja Nám X hjartaliga til lukku við vinninginum og takka fyri teirra avbera flotta arbeiði við at gera internetið tryggari fyri børn og ung í Føroyum.
Niðanfyri ber til at síggja avrikið og uppskotið hjá Nám X:
Ansa tær á netinum – Nám X & Marius DC (2020).
Hacking – Filmur, Nám X (2020).
Eitt stutt filmsbrot um Tryggari Internet Dagin 2020 (Safer Internet Day) sæst her: