“Ung og Lívið – Suðuroy”
SSP-ráðgevingin fegnast, at skúlar, barnaverndartænasta, politi, ungdómshús og tannlæknar í Suðuroy samskipaðu tiltakið fyri øllum næmingum í 7.fl. Afturat teimum lokalu, var eisini framløga um Liv Lívið og Títt Rúm.
60 næmingar hittust í Salt, til frálæru, upplýsing, spæl, hugna og samstarv. Fyriskipararnir løgdu í ár dent á sosialu miðlarnar, samanhaldið, nikotin og rúsdrekka.
Tiltakið byrjaði kl. 08:30, tá ið allir luttakararnir vórðu kunnaðir um innihaldið í skránni – og at allir næmingar sluppu at arbeiða á øllum seks postunum, ið skipaðir vórðu. Til at fáa góða byrjan á dagin varð síðani farið upp á gólv við “Veturin kom við kulda og kava” og nøkrum ørindum úr “Brestis kvæði”.
Næmingarnir fóru síðani til verka, á teimum seks ymsu verkstøðunum, frá kl. 09:15 til kl. 11:00. Ungdómshúsini skipaðu bóltspæl. SSP-politistar løgdu fram um myndatøku, videoupptøku og samtykki. Skúlarnir í Hvalba/Sumba skipaðu koppaspæl. Barnaverndartænastan kunnaði um hvørji tey eru, hvørjum tey hyggja at – og hvussu tey kunnu hjálpa. Skúlarnir í Vági/Porkeri skipaðu “Kahoot”. Tannlækni og tannrøktari greiddu frá um tenn og snús.
Eftir hesar fyrstu “skúlatímarnar” bjóðaðu fyrireikararnir pizza og síðani legði Lív Brúsá (Blái Krossur) fram um Liv Lívið og Beinta Atladóttir greiddi frá um Títt Rúm.
Tað er ein frægd at síggja lærarar og onnur fakfólk samstarva um so týdningarmikið tiltak, ið ætlandi bæði samansjóðar og stuðlar undir at fyribyrgja óhepnar støður, samstundis sum tey ungu læra týdningin at siga frá – bæði um egnar støður og støður hjá øðrum ungum.
Hugaligt er at síggja ymsu fyriskipanirnar undir sama heitið: “Ung og Lívið”. Týdningarmikið er, at lokalu fyriskipararnir samstarva um tiltak, ið hóskar egið økið. Hetta er ein orsøk, at tiltakið í Salt eydnaðist so væl. Ymsu verkstøðini, ið tó hingu væl saman, góvu hesum næmingum góðan, læruríkan og hugaligan fyrrapart og saman við framløguni eftir døgurða, hava lærarar eisini fingið við sær evni, ið takast kunnu fram aftur í undirvísingini.
Við ynskjum, at hetta verður afturvendandi tiltak – eisini í øðrum SSP-økjum.
SSP-ráðgevingin